Læsti skiparan úti

Stýrimaðurin læsti skiparan úti og tók síðani yvir stýringina av flogfarinum. Fáar minuttir seinni datt flogfarið niður yvir Alpunum.

Kanningarleiðarin av flogvanlukkuni sigur, at ferðafólkini neyvan skiltu, hvat hendi, fyrr enn beint áðrenn flogfarið rendi inn í fjallasíðuna. Sambært taluskrivaranum umborð á flogfarinum, hoyrast eingi neyðarróp umborð, fyrr enn beint undan samanstoytin.

 

150 fólk lótu lív í vanlukkuni. Tey vóru úr 72 úr Týsklandi, 51 úr Spania, og annars úr Bretlandi, Argentina, Kasakkstan, Meksiko, Avstralia, Venesuela, Iran, Kolumbia, USA, Japan, Ísrael, Niðurlondum, Belgia, Kili, Marokko og ein dani.

 

Flogfarið skuldi fara úr Barcelona klokkan 09.45, men fór ikki á flog fyrr enn klokkan 10.01.

 

Fyrstu 20 minuttirnar hendir einki óvanligt, og á taluskrivaranum umborð á flogfarinum hoyrist samrøðan millum flogskipararnar báðar.

 

Tá eini 20 minuttir eru farnir, biður flogskiparin stýrimannin taka yvir, og ljóðið av einum stóli, ið verður skumpaður aftur hoyrist, umframt at ein hurð verður latin aftur.

 

Stýrimaðurin stýrir nú flogfarinum einsamallur, og tað er í hesi løtu, at hann byrjar at føra flogfarið niður í hædd. Flogarið fer 32000 fót niður í hædd upp á 8 minuttir, tað svarar til gott og væl 10 kilometrar.

 

Sambært taluskrivaranum sigur stýrimaðurin ikki eitt orð, eftir at skiparin varð farin úr stýrhúsinum. Tað var fullkomin kvirra. Tað einasta ljóðið, sum hoyrist, er andadrátturin hjá stýrimanninum, sum sigst verða púra vanlig. Einki tekin vóru í andadráttinum til, at nakað serligt var áfatt.

 

Tá flogskiparin skal inn aftur í stýrhúsið, er hurðin læst. Ein hoyrir skiparan rópa um at sleppa inn, og at hann gevir seg til kennar umvegis samskiftisskipanina, men stýrimaðurin lætst ikki um vón. Hurðin kann latast upp uttan ífrá við eini kotu, men fyri at verja tey í stýrhúsinum, er ein tíðarsperra á hurðini. Hetta ger, at tey í stýrhúsinum kunnu læsa hurðina, hóast tann, ið stendur uttanfyri, nýtir røttu kotuna.

 

Seinastu løtuna undan samanstoytinum, hoyrist skiparin buka á hurðina fyri at sleppa inn, eins og at rópini frá ferðafólkunum hoyrast.

 

- Deyðin kom í stundini. Vit hoyra einans neyðarróp seinastu løtuna. Flogfarið rakti fjallasíðuna í 700 kilometrar um tíman, segði kanningarleiðarin.

 

- Stýrimaðurin broytti tilvitað kósina hjá flogfarinum og ynskti eftir øllum at døma at oyðileggja flogfarið, segði kanningarleiðarin.

 

Flogfarið sendi ongantíð nakað neyðarkall. Flogtornið í Marseille royndi fleiri ferðir at fáa samband við flogfarið, sama gjørdu onnur flogfør í økinum, men eingin fekk nakað svar frá GermanWings-flogfarinum.

 

Flogskiparin var ein royndur maður, við yvir 6000 tímum í luftini, meðan stýrimaðurin, 28 ára gamli Andreas Lubitz, einans hevði flogið í 600 tímar. Andreas Lubitz er týskari, og byrjaði at flúgva fyri GermanWings beint eftir, at hann var liðugur sum flogskipari í 2013.

 

Fyrstu líkini eru funnin og førd burtur úr økinum, men hetta arbeiðið, og arbeiðið at eyðmerkja tey deyðu, fer væntandi at taka fleiri dagar, kanska vikur.

 

Lendið, har flogfarið datt niður, er sera torført at náa, og líkini mugu tí førast úr økinum við tyrlu.