Lættari at fáa russar í kríggj

Eftir yvirgangsálopið á konserthúsið í útryðjuni á Moskva herfyri, har í minsta lagi 144 lótu lív, er eftir øllum at døma lættari at fáa russar í kríggj.

Í russiska verjumálaráðnum siga tey, at higartil í ár hava fleiri enn 100.000 russar valt at fara í hertænastu.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Sagt verður, at seinastu vikurnar eru fleiri russar "motiveraðir" til at hevna yvirgangsálopið á konserthøllina hin 22. mars.

 

Í minsta lagi 144 fólk lótu lív í álopinum, sum ein bólkur undir IS, Islamiskum Stati, hevur tikið ábyrgdina av. 

 

Hóast IS hevur tikið ábyrgdina av álopinum, vilja russar vera við, at illgerðarmenninir høvdu tilknýti til Ukraina.

 

Ukraina hevur víst skuldsetingunum aftur og sigur, at landið hevði einki við yvirgangsálopið at gera.