Nú er tað blivið munandi lættari at finna sær útbúgving í Føroyum.
Tað er úrslitið at bókini, Les & Lær í Føroyum, sum Føroya Ungdómsráð, føroysk fakfeløg og Vinnuhúsið.
- Bókin er bæði til ung sum velja sær sína útbúgvingarleið, og til tilkomin, sum vilja endurútbúgva ella útbúgva seg meiri.
Í bókini verður greitt frá miðámsútbúgvingunum og frá, hvørjir møguleikar eru at taka stuttar, miðal og langar framhaldsútbúgvingar og ph.d.-lestur, umframt parttíðarútbúgvingar og ikki próvgevandi útbúgvingar.
- Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum enn fólk flest geva sær far um, og bókin skal gera tað skal lættari at kunna seg um teir møguleikar, sum eru í Føroyum, sigur Rói Poulsen, formaður í Føroya Ungdómsráð.