Lafferty: Føroyar eru blivnar nógv betri

Norðurírski stjørnuáleyparin helt, at føroyska landsliðið er ment nógv seinastu árini

Málskjúttin til 1-3 í landsdystinum gjárkvøldi, Kyle Lafferty, hevur verið í Føroyum áður. Í oktober 2010 var hann framherji hjá Norðurírlandi í dystinum á Svangaskarði, sum endaði 1-1. Lafferty skoraði eisini málið hjá Norðurírlandi í hesum dystinum.

 

Eftir dystin í gjárkvøldi helt Lafferty, at føroyska landsliðið hevur ment seg nógv síðani tá.

 

- Sum útilið er tað ringt at koma at spæla her. Meg minnist, at í 2010 spældu vit á einum øðrvísi leikvølli, har grasið ikki var nakað at reypa av. Graslíkið í kvøld var tó nógv betri at spæla á. Føroyska liðið arbeiddi hart og gjørdu tað trupult hjá okkum, serliga í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 1-1. Eisini dugdi hetta føroyska liðið betri at halda á bóltin enn tey, sum eg havi spælt ímóti áður. Sum heild eru Føroyar blivnar nógv betri, síðani vit spældu ímóti teimum í oktober 2010, segði Kyle Lafferty, tá ið in.fo fekk orðið á hann eftir dystin.

 

Norðurírski áleyparin, ið nú hevur skorað seks mál í hesari undankappingini, nýtti eisini høvið at rósa føroysku viðhaldsfólkunum.

 

- Eg legði eisini til merkis, at stemningurin á Tórsvølli var framúr góður. Sjálvt tá ið vit skoraðu okkara triða mál hoppaðu og sungu føroysku áskoðararnir aftanfyri málið framvegis. Tað er tað, sum eitt lið hevur tørv á. At áskoðararnir stuðla teir óansæð hvat ígjøgnum samfullar 90 minuttir. Tað er gott fyri føroyingarnar at hava slíkar áskoðarar, segði Lafferty um føroysku viðhaldsfólkini, har hann serliga sipaði til Skansan, ið stóð aftanfyri eina málið.

 

Lafferty skoraði til 1-3 eftir 75 minuttir, og bert tríggjar minuttir seinni varð hann tikin av vøllinum. Lafferty sjálvur vísti á, at hendan útskiftingin passaði honum væl.

 

- Eg var als ikki ónøgdur við at blíva útskiftur. Eg hevði longu fingið gult, og orsakað av dystinum hjá okkum mánakvøldið vildi eg ikki seta nakað í váða. Nú eri eg 100% klárur til mánakvøldið, segði Kyle Lafferty at enda.

 

Dysturin mánakvøldið, sum Kyle Lafferty sipar til, er heimadysturin hjá Norðurírlandi ímóti Ungarn. Vinnur Norðurírland hendan dystin, so er luttøka teirra til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar endaliga tryggjað.