Ólafur er stabilisatorurin

Oddagrein

Leygardagin varð Ólafur Ragnar Grímsson afturvaldur til íslendskan forseta. Hann hevur verið forseti síðani 1996. Grannarnir í útnorði hava upplivað hvørt av sínum hesi seinastu árini. Ísland var fyrsta landið, sum snávaði í stóru búskaparkreppuni, fíggjargeirin koppaði allur sum hann var av alt ov stórari gearing, og sum vanligt endaði rokningin hjá fólkinum og almenna kassanum. Euforiin, sum nakrir smartir kalar skaptu, gjørdist mest sum ein trúarsøk, og alt og øll royndu at renna saman við og aftaná turbokapitalismuni, sum ongan botn hevði - eisini Ólafur Ragnar Grímsson!


Tað stendur greitt, at orsøkin til djúpu kreppuna er politisk deregulering. Áhugamálini í kapitalinum taka kvørkratak um politisku skipanina, parkera hana, og so verður politiska skipanin bara eitt hent amboð í hondunum á nøkrum fáum stórkapitalistum og spekulantum. Fólkið hevur ikki ein livandi kjans, tá ið hendan kapitalboblan fer á flog. Fólkaræðið hvarv og kom ikki aftur í aftur fyrrenn gøtuparlamentið setti politisku dagsskránna av nýggjum.


Forsetin stóð skeivu megin stikið um hetta mundið. Tjóðin hevði mist álitið á honum, og í eini meiningarkanning fekk hann 1% av atkvøðunum. Góður telvari man hann vera, tí í Icesave málinum hálsaði hann um, og gjørdist brádliga ein partur av teimum, sum stríddust á Austurstræti við grýtum, lokum og súpanarskeiðum, og úrslitið av umbroytingini sást leygardagin, tá hann varð afturvaldur. Hann heldur nú, at fólkið hevur mist álitið á politisku skipanini og Altinginum, og at orsøkin til valið av honum kann vera, at íslendingar ynskja ein stabilisator, meðan Altingið vinnur sær fólksins álit aftur.


Tað gongur skjótt framá í Íslandi. Skuldin er stór, men hon kann basast. Kreppan var meira eitt bankakollaps heldur enn eitt samfelagskollaps. Skuldin í fiskivinnuni var stór, men sum vinna var hon als ikki í kreppu, og hon er nú aftur tann stóri motorurin, sum heldur hjólunum gangandi. Bíliga orkan og aluminumsvirkini gera ikki støðuna verri í strembanini eftir at koma á beint aftur.


Ólafur er 69 ára gamal, og tí verður hetta helst hansara seinasta seta. Harvið hevur hann ikki stórvegis tørv á at vinna sær undirtøku við at taka støðu í politiskum málum. Roknast kann tí við, at hann verður meira umboðandi í hesum skeiðnum, enn hann hevur verið frammanundan. Higani ynskja vit Ólafi og íslendsku tjóðini blíðan byr.