Tann kendi íslendski hondbóltsspælarin Ólafur Stefánsson gleðir seg til at sleppa at spæla við danska felagnum AG København næsta kappingarár. Tað sigur hann við TV2. -Tað verður spennandi at læra Danmark og liðfelagarnar at kenna. Eg havi altíð spælt ímóti teimum og gleði meg til at verða liðfelagi teirra. Vónandi kann eg hjálpa teimum, sigur Ólafur Stefánsson, sum í mong ár hevur verið millum bestu hondbóltsspælarar og vunnið Champions League við bæði týska felangum Magdeburg og spanska felagnum Ciudad Real.
Íslendski stjørnuspælarin dylur ikki fyri, at júst Champions League hevur hansara stóra áhuga, nú hann fer til AGK.
-Vónandi spæla vit í Champions League næsta ár, og vónandi fáa vit góð úrslit. Kanska kunnu vit vinna okkurt, sigur hann.
Ólafur Stefánsson er kanska ikki tann einasti íslendingurin, sum kemur í AG København. Tað ljóðar, at eisini Guðjón Válur Sigurðsson skal til Keypmannahavnar.