Lagdir upp á lærið

Føroyska manslandsliðið fekk eina ordans fleingju móti Serbia. Dysturin vísti fyrst og fremst, at eru okkara ikki 125% uppi at koyra, fellur hamarin hart á altjóða pallinum

Hondbóltur

 

»Kom til babba«.

Soleiðis stóð á forsíðuni á dystarfaldaranum, og eisini í lýsingum, sum hava verið undan landsdystinum móti Serbia.

Orðingin skuldi nok vísa til amerikanska hugtakið, har trúgvin á egnan mátt verður brúkt til at vísa avbjóðaranum, at nú skalt tú vænta tær bank. Og í so máta var vendingin kanska rættiliga beinrakin.

Men hon vendi nú skeivt, tí tað vóru ikki okkara, sum góvu nøkrum bank. Heldur var dysturin ein ímynd av, tá lítlir dreingir eina løtu sleppa upp á lærið hjá teimum stóru.

 

Skeivt upp á bein

Fyri lítlum ári síðani framdi okkara hondbóltslandslið eitt tríkvart bragd, tá teir eftir ein sera spennandi dyst at enda máttu lúta við fimm málum móti stórfavorittunum úr Serbia.

Tí vóru vónirnar ikki heilt ongar hesaferð, men tað tók bert nakrar heilt fáar minuttir, áðrenn tað stóð teimum flestu greitt, at eingin endurtøka av tí dystinum var í væntu.

Eitt var, at serbiska liðið sýndi mest sum ræðandi styrki. Til støddar mundu serbisku meðaltølini vera á leið 10 sentimetrar og 15 kilo hægri enn okkara. Og tá menninir samstundis høvdu framúr tekniskan førleika, skuldi tað verða trupult hjá okkum.

Men eins týdningarmikði fyri úrslitið var, at føroysku spælararnir onkursvegna ikki vóru heilt til reiðar. Av fyrstu fýra álopunum endaðu tey trý við tekniskum mistøkum frá okkara síðu, og tí gjørdist mótbrekkan alt fyri eitt so sera strævin.

Vónin var eyðsæð, at okkara við at halda hampuliga fast í mótstøðuni fyrstu longu løtuna kundu skapa nakrar frustratiónir á serbiska liðnum. Veruleikin varð ístaðin, at serbar alt fyri eitt sluppu at punktera spenningin í dystinum, og tað gav føroysku spælarunum ein ordans kjaftfisk á sálarsíðuni. Samstundis sum hetta fullkomuliga tók luftina frá áskoðarunum, sum ongan tíð gjørdust til tann stuðul, sum eitt føroyskt landslið altíð vil hava tørv á í altjóða dystum.

 

Fleiri glottar

Úrslitið talar í so máta fyri seg. Men tað var nú ikki alt í dystinum, sum taldi skeiva vegin hjá føroyska liðnum. Tí fleiri glottar vóru hóast alt eisini at síggja.

Í álopspartinum eydnaðist tað okkara fleiri ferðir at koma framat góðum møguleikum. Bæði í kontra-partinum, og eisini í vanligum spæli. Tvey misnýtt brotskøst, eini fimm-seks misnýtt kontra og nakrar misnýttar opnar skotroyndir eiga tó at geva nakað nógv størri úrtøku enn tað sama. Og so hevði søgan brádliga verið ein heilt onnur.

Heini Hanusarson vísti í løtum spæl, sum avgjørt lyftir hann upp um tað, sum føroyingar vanliga síggja í heimligu kappingini, og Finnur Hansson vísti í sínum fyrsta landsdysti, at hann er góður fongur hjá føroyska liðnum. Somuleiðis prógvaðu Dánjal Tórgarð og Tróndur Kragesteen, at teir hava kvik- og fimleikan, sum krevst, tá støddin ikki røkkur upp móti teimum tveimum metrunum. Og ikki minst vísti Lars Black í longum løtum av seinna hálvleiki, at hann er ein framúr málverji.

Hesar dygdir eiga saman við tí, sum hinir eisini prógvaðu í løtum, at hjálpa liðnum til munandi betri úrslit í teimum avbjóðingum, sum eru eftir. Men tað krevur so heilt avgjørt, at møguleikarnir verða nýttir til fulnar, tí í dystum av hesum slag eru ráðini altso ikki til alt ov nógvar svipsarar.

 

Runnir niður

Avleiðingin av misnýttu møguleikunum varð nevnliga, at føroyska liðið varð runnið í senk. Rætt og slætt.

Í verjupartinum gjørdist tað ov tungt, tá menn sjáldan fingu stundir at skipa seg. Alt ov ofta komu okkara at standa við mest sum flatari verju, og so kundi jugoslaviski skúlin við krossum yvir bakkarnar hølva bóltarnar inn, so skjótt sum stóra mótstøðan nærkaðist trimum metrum. Ert tú støðugt undir somikið stórum trýsti, sum hetta bar við sær, so er vandin ofta, at tankarnir verða snaraðir til bara at hugsa um verjupartin. Og tað var kanska júst hetta, sum kostaði so nógv í álopspartinum.

Meira enn nakað, so er tað hesin parturin, sum arbeiðast skal við. Tí hóast úrslitið gjørdist eitt av teimum heldur ógvusligu, so er talan í sera stóran mun um justeringar av smálutum, sum skulu til, áðrenn eitt munandi betri úrslit kann skapast. Somikið smáar lutir, at tað so yvir høvur ikki er óhugsandi, at føroyska manslandsliðið í hondbólti fær eitt munandi betri úrslit, tá teir leygardagin fara inn á vøllin í Sarajevo.