Lagerbäck kann fáa virðisløn fyri íslendska fótbóltsundrið

(EM 2016) Svenskarar eru so stoltir av avrikinum hjá svenska landsliðsvenjaranum hjá Íslandi, at hann verður helst í uppskoti til at fáa tignarliga virðisløn

"Jerringpriset" er tignarligasta ítróttarvirðislønin, sum til ber at fáa í Svøríki. Jerring-virðislønin er uppkallað eftir Sven Jerring, sum livdi millum 1895 og 1979, og var stóran part av 20. øld tann mest gitni útvarpsmaðurin hjá Sveriges Radio. Sven Jerring gjørdi nógv fyri svenskan ítrótt, og hevði nógvar minniligar ítróttarfrásagnir. Honum til heiðurs hevur Jerring-virðislønin verið latin til fólk, sum hava framt serlig ítróttarbrøgd. Fyrsta Jerring-virðislønin var handað í 1979.

 

Fyrstu tvey árini vann skíðíðkarin, Ingemar Stenmark virðislønina. Tað er svensku almenningurin, sum atkvøður millum tey, sum verða nominerað av ítróttarredaksjónini hjá svenska ríkisútvarpinum.

 

Bengt Skött, sum situr í nevndini fyri Jerring-virðislønina sigur, at tað er ein rættiliga stórur møguleiki fyri, at Lars Lagerbäck verður ímillum tey nomineraðu til Jerring-virðislønina í ár. Tað, sum tey, sum manna nevndina fyri Jerring-virðislønina leggja dent á, tá tey nominera fólk til virðislønina er, at hesi hava framt eitt ítróttarbragd, sum hevur fingið altjóða viðurkenning, og tískil er væl hugsandi, at Lars Lagerbäck verður millum tey nomineraðu. 

 

Virðislønin verður handað á stórari ítróttargalla fyrst í januar mánað. Zlatan Ibrahimovic vann virðislønina í 2007. Seinastu tvey árini hevur svimjarin, Sarah Sjöström vunnið Jerring-virðislønina. Í 1982 vann svenska fótbóltsliðið, IFK Göteborg Jerring-virðislønina fyri at vinna UEFA Cup kappingina. 

 

Á myndini sæst hvussu Jerring-virðislønin sær út.