Lagerbäck til HM

Hann stóð á odda fyri svenska fótbóltslandsliðið, sum ikki vann sær pláss í HM endaspælinum í summar, men nú skal Lars Lagerbäck hóast tað til HM. Lagerbäck gavst sum venjari hjá svenska landsliðnum, og nú hevur hann gjørt avtalu við fótbóltssambandið í Nigeria um, at hann skal leiða landsliðið hjá teimum í Suðurafrika. Venjarin, sum var var, fekk sekkin, eftir at hann hevði tryggjað Superørnunum pláss í HM endaspælinum.