Lagerbäck viðmælir at Heimir Hallgrímsson gerst svenskur landsliðsvenjari

Gamli svenski landsliðsvenjarin viðmælir, at svenska fótbóltssambandið setir fremsta íslendska venjaran í starvið sum landsliðsvenjari hjá Svøríki

Svenska fótbóltslandsliðið er í kreppu. Tað hevur kiksað í teimum seinastu EM og HM-undankappingunum, og í seinastu Nations League kappingini flutti Svøríki niður úr Deild B og niður í Deild C.

 

Tað svíður hart hjá svenskarum, ið hava eina stolta landsliðssøgu.

 

Gamli landsliðsvenjarin hjá Svøríki, árini millum 2000 og 2009, Lars Lagerbäck, ið eisini hevur verið landsliðsvenjari hjá Nigeria, Íslandi og Noregi hevur nú alment viðmælt eina spennandi íslendska loysn upp á trupuleikarnar hjá svenska landsliðnum.

 

Lars Lagerbäck viðmælir, at fyrrverandi landsliðsvenjarin og hjálparvenjarin hjá Íslandi, vestmannaoyingurin, Heimir Hallgrímsson, ið er núverandi landsliðsvenjarin hjá Jamaika verður settur í starvið sum landsliðsvenjari hjá Svøríki.

 

Við Fotbollskanalen sigur Lars Lagerbäck, at Heimir Hallgrímsson hevur fantastisk úrslit at vísa á. Hann førdi Ísland til fyrsta HM-endaspælið nakrantíð í 2018, og hann hevur ført Jamaika til hálvfinalurnar í CONCACAF Nations League.

 

Heimir Hallgrímsson var eisini hjálparvenjari hjá Lars Lagerbäck, tá Lagerbäck førdi Ísland til minniliga EM-endaspælið í Fraklandi í 2016, har Ísland rakk fjórðingsfinaluni. 

 

Lars Lagerbäck heldur eisini, at tað sigur nakað um dygdirnar hjá Heimi Hallgrímssyni, at hann megnaði at vera venjari hjá kataranska liðnum, Al-Arabi í meir enn trý kappingarár. 

 

Føroyar eru eisini í Nations League Deild C, og tí er møguleikin til staðar, at Føroyar og Svøríki møtast í komandi Nations League kappingini.