Í samrøðu við bretska blaðið Financial Times sigur Saadi Gaddafi, sum er sonur Muammar Gaddafi, at mótmælini í Libya kunnu lýsast sum ein ?jaligur jarðskjálvti?, sum kann koma landinum til gagns.
-Eftir hetta mugu vit gera okkurt fyri Libya. Eitt nú kunnu vit fáa nýtt blóð at stýra landinum, sigur Saad Gaddafi.
Eygleiðarar siga orðalagið hjá Saad Gaddafi vera merkisvert, tí tað er als ikki í samsvari við tað, sum pápi hansara segði í teirri drúgvu sjónvarpsrøðuni fyrr í vikuni. Tá umrøddi einaræðisharrin mótmælisfólkini sum rottur og hótti við at reinsa Libya - eitt hús fyri og annað eftir.
Saadi Gaddafi sigur við Financial Times, at eldri bróður hansara, Saif al-Islam, er í ferð við at orða eina nýggja grundlóg fyri Libya, Eftir henni skal Muammar Gaddafi halda fram í leiðsluni sum ?tann stóri landsfaðirin? og sum ráðgevi.
-Tað er í lagi, at fólk mótmæla stýrislagnum hjá pápa mínum. Øll skulu hava rætt til at siga sína hugsan, sigur Saadi Gaddafi, sum á yngri árum var professionellur fótbóltsspælari í Italia.