- Eg vakni, men vil bara balla meg inn....
Á teltplássinum er frálíkt lag í kvøld. Fólk hugna sær óført við sangi og gittara, har fleiri føroyskir slagarar fáa rúmd. Flestu gestirnir sita uttan fyri síni telt og fáa sær eitt hvørt at sløkkja tostan við. Onnur liggja og bólta á grasinum, meðan summi longu eru farin undir soviposan.
Hóast tað í kvøld gjørdist rættiliga kalt í veðrinum, tóktist tað ikki ávirka frálíka rómin.