Lagnan hjá Tórbjørn avgjørd í vikuni

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, skal í hesi vikuni á fund við sýslumannin í Eysturoynni um ákæruna móti honum. Eftir hendan fundin fer Tjóðveldisflokkurin at viðgera støðuna hjá landsstýrismanninum

 

Einaferð í hesi vikuni fær Tórbjørn Jacobsen at vita frá sýslumanninum í Eysturoynni, hvør avleiðingin verður av, at hann sigldi á land við skipi sínum, Halgafelli, í Noreg 11. januar í ár.

Sýslumaðurin og landsstýrismaðurin hava avtalað at hittast einaferð í vikuni, tá tað liggur fyri. Hvat úrslitið av hesum fundinum verður, er ikki greitt enn, men Sosialurin veit um líkandi ákærur, ið hava ført til bót á 5.000 krónur.

Tórbjørn Jacobsen er ákærdur fyri, at hann ikki hevð útsýnismann á brúnni hesa náttina, óhappi hendi.

Tjóðveldisflokkurin hevur fund um støðuna hjá Tórbjørn Jacobsen so skjótt, Tórbjørn Jacobsen hevur tosað við sýslumannin. Tó er ikki hugsandi, at málið fer at fáa politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin.