Í dag fáa tingfólk høvi til at siga sína hugsan um, hvørt vit skulu velja tvey umboð í danska Fólkatingið ella ikki.
Tað er Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum hevur lagt uppskotið framm. Hann heldur avgjørt ikki, at tað er rætt, at vit velja umboð á Fólkating at stýra Danmark.
Av tí at tað bara eru tvey umboð, sum verða vald í Fólkatingið, so fellir tað ongantíð teimum smáu flokkunum í lut at vinna eitt fólkatingsval. Líka síðani floksbýtið á tingi í 1906 hevur tað gingið upp á skift millum stóru flokkarnar. Fyrstu 22 árini vóru bara Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin á tingi. Tá var tað sum oftast Sambandsflokkurin, sum vann tann eina fólkatingsmannin, sum tá varð valdur. Men Sjálvstýrisflokkurin hevur havt tveir mans á Fólkatingið hesi seinastu 108 árini. Tann fyrri var Jóannes Patursson, sum varð valdur í 1906, og tann seinni var Edward Mitens, sum tá æt Edward Mortensen, sum var valdur 12. mai í 1915. Seinastu 99 árini hevur tað ikki eydnast Sjálvstýrisflokkinum at fingið umboð valt á Fólkating.
Í dag eru tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum eiga fólkatingsessessirnar, sum Edmund Joensen og Sjúrður Skaale manna. Hesi flokkar, eins og Fólkaflokkurin hava havt fleiri fólk á fólkatingi seinastu góðu øldina, meðan Tjóðveldi hevur havt tveir.
Í dag fæst so at síggja, hvussu leikur fer – um vit varðveita fólkatingsessirnar, ella um tað eru fleir, sum halda sum Kári P. Højgaard.
Eftir 1. viðgerð av málinum í Løgtinginum í dag fer málið í uttanlandsnevndina til viðgerðar.