Í kvøld verður seinna hálva av 4. umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Størsta uppgerðin er helst á Camp Nou í Barcelona, har heimaliðið skal vinna á Inter Milan, um víðari luttøka skal verða ein møguleiki.
Bólkur A:
Longu klokkan 17.45 kann Napoli so gott sum tryggja sær víðari luttøku, tá Ajax er á vitjan. Fyri gestirnar kann ein javnleikur seta lív í vónirnar, um at innheinta Liverpool, sum er á øðrum plássi. Kreppurakta Liverpool er á vitjan í Glasgow og er favorittur at vinna á Rangers.
Napoli – Ajax (17.45)
Rangers – Liverpool (20.00)
1: Napoli 9
2: Liverpool 6
3: Ajax 3
4: Rangers 0
Bólkur B:
Púra óvæntað er Club Brugge fremst við fullum stigatali eftir trý umfør. Hini hava øll trý stig og tí er einki avgjørt. Atletico Madrid skal gjarna vinna á heimavølli móti Club Brugge, sum væl kann liva vi javnleikinum. Xabi Alonso fær seg royndan í fyrsta Champions League dystinum sum venjari fyri Bayer Leverkusen, sum fær vitjan av FC Porto.
1: Club Brugge 9
2: FC Porto 3
3: Bayer Leverkusen 3
4: Atletico Madrid 3
Bólkur C:
Bayern Munchen hevur so gott sum tryggjað sær víðari luttøku, og er stórfavorittur at vinna á Viktoria Plzen í dag. Stóra uppgerðin á Camp Nou, har FC Barcelona við sínum trimum stigum er kroyst til sigurs móti Inter Milan, sum vann 1-0 í Milano fyri viku síðan.
1: Bayern Munchen 9
2: Inter Milan 6
3: FC Barcelona 3
4: Viktoria Plzen 0
Bólkur D:
Harry Kane og Tottenham hava ikki fingið eina góða byrjan upp á Champions League kappingarárið, men við einum sigri á Eintracht Frankfurt í London í kvøld kann venda gongdini. Bólkurin er víðopin enn og tað er í kvøld at lunnar verða lagdir undir endaspurtin, sum kanska verður uttan Marseille, um teir ikki vinna í Lisabon móti Sporting.
Tottenham - Eintracht Frankfurt (20.00)
Sporting - Marseille (20.00)
1: Sporting 6
2: Tottenham 4
3: Eintracht Frankfurt 4
4: Marseille 3