Lagnudagur hjá Peter Brixtofte

Í dag fellur dómur í tí næsta rættarmálinum ímóti fyrrverandi borgarstjóranum í Farum. Hesaferð er Peter Brixtofte ákærdur fyri grovt svik, og verður hann funnin sekur í øllum ákærunum, kann hann fáa upp í 12 ára fongsul.

Rætturin í Hillerød hevur hildið meiri enn 100 fundir um hetta málið, sum byrjaði fyri meiri enn trimum árum síðani. Klokkan 10 fyrrapartin fellur dómurin.

Frammanundan er Peter Brixtofte dømdur tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Í løtuni roynir hann at fáa tað málið í Hægstarætt.