Lagnuløta hjá Clinton og Obama í Ohio

Obama og McCain fara at vinna í Vermont. McCain stendur eisini til at vinna í Ohio, meðan fyribilskanningar siga, at tað verður sera javnt millum Clinton og Obama USA er á gosi. Ì nátt fæst nevniliga at vita við stórari vissu, hvørji valevnini verða til komandi forsetavalið í november. Í dag hava verið uppstillingarval í fýra statum, Vermont, Rhode Island, Ohio og Texas. Sum skilst vinna John McCain og Obama í Vermont.

Men øll eygu eru í løtuni vend móti statinum Ohio, sum oftani er tann staturin, ið ger av, hvørji valevni demokratarnir og republikanarar stilla upp.

Sambart sjónvarpsstøðini CNN vísa fyribils kanningar, har veljarar eru spurdir eftir at valhølini eru latin aftur, at John McCain fer at vinna í Ohip, meðan tað fer at verða sera javnt millum Clinton og Obama.

Eygleiðarar vilja vera við, at Hillary Clinton hevur tikið Barack Obama aftur seinastu dagarnar, og at møguleiki er fyri, at Hillary fer at vinna í Ohio. Hetta er eisini altavgerandi fyri hana. Tapir hon har, so verður mett, at valið fyri hennara part er av. Tá kann vera líka mikið, hvussu gongur í Texas. Men vinnur hon Ohio, so sær framtíðin ikki so døpur út.

Viðmerkjarar hjá CNN leggja stóra dent á í nátt, at tað vísir seg, at Hillary hevur fingið vind í seglini í tí búskaparliga politikkinum, har Obama ikki hevur staðið seg so væl.

Obama hevur vunnið 11 uppstillingarval á rað og vinnur hann Vermont, so verður tað til 12 sigrar. Tað er hesa gongd, sum Hillary vil og má venda. Vinnur hon stóru statirnar Ohio og Texas, so kann hon eisini venda gongdini til egnan fyrimun.