VB hevur í ár bert vunnið tann eina dystin. Hesin var á heimavølli móti VÍF, sum í løtuni er næst niðast á stigatalvuni.
Seinastu umførini hevur tó gingið sera væl hjá VÍF, og við seks stigum eru tær av álvara í ferð við at toga seg úr øllum vandatosi.
VB fær teir báðar dystirnar vitjan av VÍF og StÍF, sum eru liðini, sum VB skal royna at fanga aftur.
Á venjarasíðuni er liðið styrkt, tú Aivaras Daugas er aftur í Føroyum, og við sær úr Litava hevur hann eisini 21 ára gomlu Migle, sum er bakspælari.
Hinir báðir dystirnir í dag eru í Klaksvík og á Skála. Í Klaksvík tekur Stjørnan móti Neistanum og á Skála vitjar Tjaldur.
Á Skála byrjar dysturin klokkan 14.30. Hinir báðir kvinnudystirnir byrja klokkan 15.00.