Kendur lagsmiður og tónleikari hevur málningaframsýning

29. september til 4. oktober sýnir Petur Háberg Jacobsen fram málningar í Williamsstovu við Steinatún í Havn

 

Hann er kendur sum sangari, lagsmiður og tónleikari, havnarmaðurin Petur Háberg Jacobsen.

 

Nú fer Petur at hava málningaframsýning í døgunum 29. september til 4. oktober.

 

Fyri stuttum byrjaði Petur at royna seg innan málningalistina. 

 

Petur hevur fernisering í Williamstovu við Steinatún í niðaru hædd har Myndlist heldur til. Ferniseringin verður fríggjadagin klokkan 17. 

 

Lena og Niclas koma at spæla nøkur løg, og Martin Restorff fer at borðreiða við ábiti og boblum.

 

##med2##