Lagt er upp til álop á Skúlatrøð

Talv: Annað umfar í FM kappingini fyri einstaklingar verður seinnapartin

Í gjár endaði talvið millum teir  báðar við hægstu styrkistølunum remis.

Tað var í fyrsta umfari í FM fyri einstaklingar, sum í dymbildagavikuni er í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Annað umfar í fínu hølunum at telva í verður seinnapartin, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14.

Tað er almenn atgongd, og tað er einki atgongugjald.

Í gjár endaði tað remis millum Høgna Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, sum eru teir báðir, ið eiga hægstu styrkistølini av teimum, ið luttaka í hesi FM kappingini.

Í dag mugu teir báðir roknast at vera stórfavorittar, tá ið mett verður við styrkistølunum í huga.

Martin Poulsen hevur hvíta fólkið ímóti Rana Nolsøe, sum í gjár tapti ímóti Hans Kristian Simonsen, og Høgni Egilstoft Nielsen hevur svarta fólkið ímóti Samson Højgaard, sum í gjár tapti ímóti Margar M. Berg.

Talvið millum Haldur Suna Johansen og Luitjen Akselsson Apol endaði remis. Í dag eigur Luitjen svarta fólkið ímóti Margar M. Berg, og Haldur Suni eigur svarta fólkið ímóti Hans Kristian Simonsen.

Tað ber til at fylgja kappingini á hesi leinkjuni

FM fyri einstaklingar 2021 (faroechess.com)