Laila & Malan á Summar Festivalin

Dugnaligu songkvinnurnar framføra á landsins størsta tónleikatiltaki

Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali.

 

Tær hava verið við í ymiskum bólkum og kórum og hava eisini stigið fram sum solistar.

 

Laila var eitt nú við í bólkinum Carlsen, sum í 2018 luttók í danska Grand Prixnum.

 

Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur givið tónleik út undir egnum navni.

 

Laila & Malan hava framført nógv saman, og tær vóru báðar við í væl umtókta bólkinum Flamma. Tær eru sterkar sum solistar, og tær eru framúr sum duo.

 

Í august framføra tær á Summar Festivalinum.