Rættiliga fitt av fólki var komið saman í Miðlahúsinum, har Monika Stauss Joensen og Dánjal Eystursetin spældu violin og klaver, og borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, almanna- og heilsumálaráðharrin, Hans Pauli Strøm og Jan Muller, blaðstjóri, tóku orðið.
Laila Solmunde var sera rørd av at vera vald til ársins kvinnu, men segði lítillátin, at hon ikki átti lut í heiðurinum einsamøll. Hon vónaði, at hetta fór at vera ein eggjan til at stuðla arbeiði fyri fólki við breki.
Sofus Olsen sló í síni takkarrøðu fast, at hann hevði ikki latið listasavnið á Sandi byggja, fyri at hann sjálvur skuldi verða heiðraður, men fyri at listaverkini, hann eigur, ikki skulu spjaðast í allar ættir.
Orðið var eisini frítt, og ein, ið tók orðið, var Høgni Mohr, sum m.a. greiddi frá, um ta ferðina Sofus Olsen stýrdi sluppini Isabella í ódnarveðri, og hvussu háskúlastjórin Símum av Skarði hevði eggjað Sofusi at halda fram til víðari lestur.
(Í týsdagsblaðnum verður gjørt meiri burtur úr hesi hendingini)