Týðandi broytingar og íløgur, ið skulu tryggja framtíðar vøkstur og avkast, síggjast aftur í roknskapinum hjá Vodafone fyri 2008 Úrslitið fyri 2008 gjørdist nakað lakari enn árið frammanundan, men ársúrslitið hjá Vodafone er kortini nøktandi.
- Vit skulu minnast til, at felagið við íløgunum í 3G-tøkni hevur at kalla kollvelt fartelefoni í Føroyum. Eisini er gamla Kall vorðið nýggja Vodafone. Hetta er alt nakað, ið skal tryggja framtíðar vøkstur og avkast, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone.
Roknskaparúrslitið fyri 2008 er eitt yvirskot á 2,2 mió. kr. fyri skatt móti 3,5 mió. kr. í 2007. Sølan gjørdist 102 mió. kr, ið er 4 mió. kr. betri enn árið frammanundan.
Vøksturin er ikki eins stórur og undanfarin ár. Nýtslan av fartelefonum og breiðbandi stendur framhaldandi í vøkstri, men inntøkur á fastnetinum minka, eins og sølan av fartelefonum er minni.
Vil gerast leiðandi í Føroyum
Vodafone hevur í løtuni millum 25 og 30 prosent av føroyska marknaðinum í sínum parti, hóast kappingarstøðan á marknaðinum í Føroyum framvegis ikki er frí og javnbjóðis.
Fyritøkan vil gerast marknaðarleiðandi í Føroyum, og tí hevur Vodafone í 2008 gjørt munandi íløgur í at seta upp eitt nýtt 3G-kervi, ið fremur munandi skjótari flutning av upplýsingum á fartelefonum. Eisini er stórur dentur lagdur á at útbyggja verandi GSM-kervið.
Felagið hevur eisini gingið á odda at framt munandi príslækkingar á at brúka fartelefon uttanlands, og ferðina á breiðbandinum hevur felagið fýrfaldað í 2008.
Tað sigur felagið í tíðindaskrivi.