Laksáfoss hevur óbiðin kleyrað inn á málsøki hjá Vestergaard (um kommunuskatt), hjá Djurholm (um Sandoyartunnil), hjá Kalsø (um sjómannaskatt og tilfeingisrentu), hjá Strøm (um almannamál) og hjá løgmanni (um skerdan blokk).
Nú roynir hann aftur at bróta samgonguskjalið við í sjálvdrátti at pilka við skattastigan hjá Bárði Nielsen og samgonguni, sum føroyingar m.a. kunnu takka fyri tann vøkstur og vælstand, sum eru.
Lat eitt standa greitt: Skattapolitiskt skal Laksáfoss sleppa at seta í verk eina hugsan, sum var umrødd í landsstýrinum, áðrenn hann kom. Hon snýr seg um at endurgjalda lágløntum fólki tað, tey gjalda inn í AMEG.
Tað kemur ikki upp á tal at hækka toppskattin. Skattastigin hjá samgonguni eggjar nú – og enn meir næsta ár – tímaløntum arbeiðsfólki og handverkarum at virka og tjena meir, uttan at teirra yvirtíð verður brandskattað sum fyrr. Tað gagnar landskassanum nú og sum frá líður. (M.a. tí fingu vit 3-ára lønarsáttmálar).
Búskapurin kólnar nokk, um rentan ella oljan hækkar, um fiska- ella húsaprísirnir falla, um bankarnir stramma likviditetin, ella tá tað lotar ímóti úti í stóru verð.
Lat fólk fáa frið at arbeiða, tjena, spara saman og sjálv at klára sínar fíggjarskyldur. Lat vera at skerja teirra fíggjarorku við skattligum inntrivum.
Konjunkturar sveiggja altíð og regulera seg sjálvar. Teir eru ofta sykologiskt treytaðir. Okkum tørvar ikki, at ein nýkomin landsstýrismaður sum tarvur í glashúsi snakkar og vasar ein stíg í búskapin.
Vil hann vísa sín dug, kann hann royna at halda játtanum til rakstur á komandi fíggjarlóg niðri. Tað krevur sín mann, og tað fær hann hjálp til frá samgonguni.
Neyðugt er, at løgmaður (og Kaj Leo Johannesen) fáa Laksáfoss at halda tátt, áðrenn hann skaðar samgonguna.