Í kvøld klokkan 19.30 verður almenn kvøldseta í Studentskúlanum á Kambsdali. Á skránni er m.a nógvur tónleikur, og Magni Laksafoss, fíggjarmálaráðharri, fer at hugleiða Hetta er tann fyrra av teimum báðum árligu kvøldsetunum, og hon er oftast merkt av, at 3.s júst hevur verið á námsferð. Men eisini er forkunnug vitjan á skránni umframt nógvan og góðan tónleik.
Gesturin hesaferð er landsstýrismaðurin og fyrrverandi næmingurin, Magni Laksáfoss. Magni fer at hugleiða um førleika og førning úr Studentaskúlanum og at greiða frá sínum arbeiði.
Kvøldsetan er eitt frálíkt høvi hjá fyrrverandi næmingum, næmingum og avvarðandi ? men eisini øllum áhugaðum - at vitja skúlan, njóta tónleikin og framløgurnar og kanska fáa eitt prát við bæði lærarar og næmingar.
Høvi verður at ogna sær eitt eintak av Hellas Nea, eitt ferðablað sum 3.g´arar hava givið út, og at keypa sær ein kaffimunn og okkurt gott afturvið frá teimum, sum savna sær pening til námsferð.