Laksaportiónir á Bakka týðandi góðkenningar

Bakkafrost á Glyvrum hevur fingið BRC og IFS-góðkenning frá sertifiseringsfelagnum Bureau Veritas Certification Denmark a/s Í tíðindaskrivi sigur felagið, at ein av fyritreytunum fyri at kunna selja vørur til ávísar handilsketur er, at framleiðarin hevur ymiskar góðkenningar. Tvær góðkenningar, sum ymsir kundar krevja sum fyritreyt fyri, at eitt virki kann vera veitari, eru BRC og IFS.

BRC stendur fyri British Retail Consortium og er leiðandi sølusamtak fyri bretsku handilsketurnar.

IFS stendur fyri International Food Standard. Henda skipan er stovnað í 2002 av týsku matvøruketunum, og í 2003 komu fronsku keturnar við í hesa skipan.

Endamálið við bæði BRC og IFS er 1) at tryggja at vørurnar, sum vera seldar, halda eina góða dygd og 2) at betra um matvørutrygdina fyri brúkaran.

Tað er Sunrid Nielsen, góðskuleiðari, sum við góðari hjálp frá felagnum Atlanticon hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa góðkenningarnar.

Fyri Bakkafrost merkir hetta, at felagið ? umframt tær mannagongdir sum longu eru sambært HACCP skipanini - skal yvirhalda ymsar aðrar mannagongdir, sum hava til endamáls at fremja nevndu málsetningar. Harafturat bera góðkenningarnar við sær, at umframt Heilsufrøðisligu Starvsstovuna, verður framleiðslan nú regluliga kannað av Bureau Veritas í sambandi við árliga endurnýggjan av góðkenningunum.