Laksaprísurin hevur verið góður nú eina tíð, men nú fellur prísurin. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Orsøkirnar eru fleiri. Ein orsøk er, at norðmenn hava munandi meira fisk í sjónum, enn roknað varð við, og tøkan seinastu vikurnar hevur tí verið munandi størri, enn tøkan somu vikur fyri einum ári síðani. Summar vikur er munurin umleið 30%.
Somuleiðis hevur norska stjórnin økt um nøgdina á alifiski, sum alarar kunnu hava á einum aliøki, við fimm prosentum, umframt at latið nógv nýggj aliloyvir kring alt landið. Norðmenn vísa marknaðinum, at har er nógvur fiskur at fáa, og hevur hetta óivað eina ávirkan á atburðin á marknaðinum.
Um hugt verður eftir fóðursøluni í Noregi sæst, at fóðursølan er økt 13% higar til í ár í mun til sama tíðarskeið í 2008, harav økingin í nýtsluni av laksafóðri er økt 18%. Hetta gevur ábendingar um munandi meira fisk í sjónum, og meira enn tann vøkstur, sum norðmenn fyrr hava boðað frá, á 7-8 prosent um árið.
Samanumtikið verður roknað við, at norðmenn næstu tíðina fara at økja so nógv um framleiðsluna av laksi, at laksaprísurin fer at falla enn meira.