Laksaprísir millum 35 og 40 krónur

- Vit hava keypt 250 tons fyri hesar prísir, og eg trúgvi ikki, at prísurin verður lægri. Fólk eru byrjaði at keypa og frysta, sigur útflytari við iLaks

 

- Vit hoyra um prísir, sum liggja um 50 (norskar) krónur, sigur ein norskur laksaútflytari um spottprísin á laksi fyri næstu viku.

Norska krónan er lág í løtuni, og tískil eru 50 norskar krónur stívliga 35 krónur í okkara peningi.

iLaks ger hvønn fríggjadag sínar metingar um laksaprísin í vikuni, sum liggur fyri framman.

Tey byggja sínar metingar á ymiskar keldur í laksavinnuni.

35 krónur fyri kilo av laksi er ein lítil lækking í mun til metingarnar seinasta fríggjadag. 

iLaks veit at siga, at tað eru trupulleikar við tí stóra fiskinum.

 

- Tað hevur verið trupult at selt 6 kilo +, og tað verður ikki lættari í næstu viku, heldur útflytari.

Ein annar útflytari heldur, at prísurin á laksi í næstu viku verður støðugur í mun prísirnir í vikuni sum fer.

Hesin útflytarin væntar, at prísirnir í næstu viku verða hesir (í okkara peningi): 

 

3-4 kg. 35,25 kr.

4-5 kg. 36,66 kr. 

5-6 kg. 38,07 kr.

6-7 kg. 39,83 kr.

- Vit hava keypt 250 tons fyri hesar prísir, og eg trúgvi ikki, at prísurin verður lægri. Fólk eru byrjaði at keypa og frysta. 

Útflytarin vísir á, at tað er hetta sum hendir, tá prísirnir koma niður á tað støðið, teir eru á í dag. 

- Marknaðirnir í Evropa eru veikir, og keyparar eru serliga varnir, sigur ein innflytari við iLaks.