Laksaprísurin lyftir Bakkafrost

-Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, sigur Regin Jacobsen, nú Bakkafrost hevur 87 milliónir í yvirskoti fyrsta ársfjórðing og útlit eru til enn eitt sera gott ár

 

-Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, sigur Regin Jacobsen, nú Bakkafrost hevur 87 milliónir í yvirskoti fyrsta ársfjórðing og útlit eru til enn eitt sera gott ár.

 

Bakkafrost legði í morgun fram úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing. Alifyritøkan hevði 87 milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt.

 

- Tað eru fyrst og fremst góðu laksaprísirnir, sum eru orsøkin til góða úrslitið, sigur Regin Jacobsen og vísir á, at Bakkafrost tjenar góðar 20 krónur uppá hvørt kilo av alilaksi.

 

Les eisini: Bakkafrost 87 milliónir í yvirskoti

 

Bakkafrost hevur gjørt sølusáttmálar fyri stóran part av sínum laksi, og tað tryggjar fyritøkuna nakað ímóti lækkandi laksaprísum. Hóast roknast kann við at útboðið av laksi á heimsmarknaðinum fer at økjast umleið 10 prosent í ár, so metir Bakkafrost, at marknaðurin klárar at taka ímóti tí, uttan at prísurin ávirkast alt ov nógv.

 

Bakkafrost væntar at taka millum 45.000 og 48.000 tons av kruvdum laksi í ár. Tað er nakað meira enn í fjør.

 

- Við verandi gongd eru útlitini fyri árið í ár tí góð. Sammett við í fjør eru vit frammanfyri, bæði í nøgd og pengum, sigur Regin Jacobsen.

 

2013 var metár hjá Bakkafrost, sum hevði eitt yvirskot á 589 milliónir krónur eftir skatt. Hóast góðu útlitini vil Regin Jacobsen ikki meta um, hvørt úrslitið í ár verður líka gott sum í fjør.


Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.