Laksurin fellur í prísi

- Spottprísirnir á laksi lækkaðu aftur í síðstu viku, men halda sær væl oman fyri prísirnar somu tíð í fjør, skrivar Kyst.no

 

Sambært Akvafakta fullu spottprísirnir á laksi við 2,68 norskum krónum í vku 35 og endaðu á 56,31 krónum fyri kilo.

 

Hetta er tó ein prísur, sum liggur 5,09 norskar krónur oman fyri laksaprísin somu viku í fjør.

 

- Miðal spottprísurin á laksi higartil í ár liggur á 87,64 norskum krónum fyri kilo móti einum miðalprísi í fjør á 57,24 fyri somu mánaðir.

 

Kyst.no veit at siga, at norska alivinnan í síðstu viku útflutti tilsamans 33.914 tons av laksi, sum er 0,4 prosent meira enn í somu viku í 2021.

 

Lagt verður aftrt, at norska alivinnan higartil í ár hevur útflutt 875.000 tons av laksi, sum er fýra prosent minni enn somu tíð í fjør.

 

Við uppí søguna hoyrir, at norska krónan í løtuni er á 74,1, og soleiðis er norska krónan umleið 25 prosent lægri enn hin danska.

 

##med2##

 


 

 

Spottprísir á laksi ávikavist í 2022 (myrk linja) og í 2021 (ljós linja). Kelda: Akvafakta