Lambanes er nýbygningur nummar 53

Nýggja tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til Bakkafrost, verður heimahoyrandi í Lamba.

 

Týsdagin 5. november handaði KJ á Kambsdali nýbygning nummar 53 til Bakkafrost. Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Lambanes, verður heimahoyrandi í Lamba.

Lambanes er 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Hon hevur teir høvuðsmotorar á 420 HK og ein 115 KVA ljósmotor. 

- Av dekksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons dekksspæl, ein kapstanur á trý tons og tveir á 1,2 tons.

Hjá KJ vita tey at siga, at Lambanes er útgjørd við messu, wc, arbeiðs-og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Undirveitarar til tvíkiljuna eru eitt nú: PFJ EL, Gummibátatænastan, Radiobúðin, Kári Jóhannesen og Sámal í Jógvansstovu.