Lambið í úlvalíki

Ein av mínum nærmastu tók seg fyri bróstið tá ið eg kunngjørdi at ætlanin var at nýta hetta høvi til at lýsa Darwin – júst hendan reaktiónin er motivatiónin handan hesi grein. Hvør var hesin maðurin ið, aftaná hálvtannað hundrað ár, enn í dag kann fáa so sterkar kenslur fram í fólk?

Uppvøkstur og útbúgving

Charles Robert Darwin var borin í heim í Shrewsbury í Onglandi tann 12. februar 1809. Hann var fimt av seks systkjum, og foreldrini vóru Robert og Susannah Darwin.

   Pápin var múgvandi lækni, men longu sum átta ára gamal hevði Darwin ta vanlagnu at missa mammu sína.

   Fyrsta summarið aftaná fólkaskúlan arbeiddi Darwin sum hjálpari hjá pápanum, og síðani fór hann at lesa medisin á Universitetinum í Edinborough. Har legði hann lítið í lesnaðin, og helt skurðarbeiði verða streingjandi, so hann forsømdi skúlan. Hesum fekk pápin frænir av, og sendi hann á Christ College í Cambridge at lesa til prest. Í januar 1831 gjørdi Darwin skúlan lidnan við tíggjunda besta próvnum av 178. 


Kærleikin til náttúruna

Frá barnsbeini var Darwin áhugaður í náttúruni. Longu áðrenn hann byrjaði í fólkaskúlanum hevði hann sum ítriv at greina plantur - umframt at savna saman alt frá gággum til fuglaegg.

   Hóast Darwin ongantíð fekk nakað prógv í náttúruvísind, so fekk hann nógv vinfólk við sama áhuga á skúlunum har hann gekk. Ein av vinmonnunum var botanikk professarin John Stevens Henslow, og tað var hesin maðurin ið seinni fekk Darwin umborð á H.M.S. Beagle á eina fimm ára langa heimsumfatandi rannsóknarferð.

 

Ferðin við Beagle

Robert FitzRoy, skipari umborð á H.M.S. Beagle, spurdi Henslow um hann kendi nakran ið var skikkaður at koma við sum náttúrufrøðingur. Henslow bað hann biðja Darwin. Darwin var sjálvandi beinanvegin til dystin fús, men av tí at hann ikki varð biðin við sum partur av manningini, mátti hann gjalda útreiðslurnar av ferðini sjálvur. Tískil mátti Darwin fyrst hava loyvi frá pápanum. Pápin var seigur, men maður mostrina fekk sannført pápan um, at hetta var ein møguleiki ið Darwin ikki kundi lata fara framvið, og tá glapp.

   Fýra dagar fyri árslok í 1831 var Charles R. Darwin sostatt umborð á skonnartini H.M.S. Beagle tá hon legði frá landi í Plymouth.

   Høvuðsendamálið við ferðini var at kortleggja suðuramerikonsku strandarlinjuna, men hevði hon neyvan verið vorðin so kend, og fingið so stóran týdning, um Darwin ikki var við umborð.

 

Náttúrliga úrveljingin setir fræ

Á ferðini skrivaði Darwin niður alt tað hann sá, og tá tað bar til, tók hann eisini eitt eintak at hava við heimaftur til Onglands.

   Oyggjasamfelagið Galapagos liggur vestur úr Kili. Á hesum oyggjum leitaði Darwin eftir verum við gomlum uppruna. Millum nógv annað fann hann, at útsjóndin á finkum, ið er eitt smáfuglaslag í ætt við finkurnar í Kili, var ymisk oyggjarnar millum.

   Skjótt dugdi Darwin eisini, bert við at hyggja at skjaldskapinum, at siga hvørja oyggj ein skjaldbøka kom frá.

   Millum annað hesi bæði djórasløgini góvu Darwin varhugan av, at artir støðugt verða skapaðar. Orsøkina gav Darwin umstøðunum ið artirnar liva undir. Til dømis við áður nevndu finkunum, har skapið á nevinum var tað best egnaða til føðina ið var til taks á galdandi oyggj. Hetta fyribrigdið doypti hann náttúrlig úrveljing.


Darwin kemur heim

Heimafturkomin giftist Darwin við syskinda-barninum Emmu Wedgewood.

   Saman fingu tey tíggju børn. Tvey av teimum doyðu sum nýføðingar, meðan ein dóttir, Annie, doyði sum tíggju ára gomul. Annie var sera gløgg genta, og vóru hon og pápin tætt knýtt. At missa Annie, var størsta menniskjaliga avbjóðingin ið Darwin fekk, og um nakað pilkaði við trúgv hansara, so var tað meiningsloysið í hesum missinum.

   Hóast Darwin hevði úr at gera á heimafrontinum, koyrdu tankarnir stútt. Varhugin ið Darwin hevði fingið á rannsóknarferðini fór ikki frá honum, og næstu tjúgu árini fóru við kanningararbeiði ið skuldi nýtast til hansara lívsverk – til bókina The Origin of Species.


Artanna uppruni

Av tí at hugsanirnar hjá Darwini ikki vóru í trá við tað ið Bíblian segði um skapanina, visti hann, at tær fóru at skapa øsing tá ið tær gjørdust almennar. Orsaka av hesum mundi hann ikki blivið liðugur at savna saman próvtilfar. Men í 1858 frætti Darwin at ein annar, Alfred Russel Wallace, gekk og pønsaði við eina líknandi hugsan, og so kom ferð á. Fyrst góvu teir báðir út eina felagsgrein, og árið eftir gav Darwin út sína bók.

   Móttøkan var øgilig. Fyrsta útgávan var prenta í 1250 eintøkum, og vóru tey øll seld sjálvan útgávudagin.


Menningarlæran í stuttum

Nógv er broytt síðani Darwin livdi. Millum annað var ílega (gen) eitt ókent fyribrigdi tá. Menningarlæran ið greidd verður frá her, er sum vit kenna hana í dag.

   Menningarlæran ger seg galdandi tá ein populatión broytir arvaeyðkennir frá einum ættarliðið til ta næsta. Til dømis herviliga hospitalsbakterian ið einaferð ikki toldi reinsievnini sum reingerðarfólk nýta á sjúkrahúsunum, men sum í dag hevur broytt seg til at verða mótstøðufør.

   Ein av høvuðsmekanismunum handan menningarlæruna er tann náttúrliga úrveljingin ið Darwin kom við, har arvaeyðkennir ið gagna yvirlivilsi og nøring gerast meira vanlig enn tey ið gagna minni. Til dømis hevur føroyska haran minni oyrur enn tær sunnanfyri okkum - hetta fyri at missa minni av hita. Hiti er týdningarmikil orka ið haran ístaðin kann nýta til at renna undan monnum við byrsu ella nýta til at leggja ungar.


Avleiðingin

Menningarlæran ber við sær, at nýggjar verur støðugt verða skapaðar. Tískil var tað ikki Gud ið sat í erva og skapti hospitals-bakteriuna, toskin, haruna, seyðin og kúnna sum vit kenna tey í dag, fyri síðani at seta tey niður á jørðina - soleiðis sum stendur skriva í fyrstu Mósebók.

   Sum um hetta ikki var nokk, so merkir hetta eisini, at Gud ikki setti ein heilan dag av fyri at skapa menniskjuni - sum kirsiberið ovast á lagkøkuni. Men ístaðin hava vit sama uppruna sum hini súgdjórini – ella meira neyvt, sama uppruna sum apurnar!

   Í 1800 talinum var hetta eisini ein dyggur smeitur, og mótstøðan var mikil. Serstakliga var tað kirkjan og hennara fólk ið sýtti fyri at góðtaka náttúrligu úrveljingina og menningarlæruna.


Virðismettur

73 ára gamal setti Darwin tuflurnar frá sær á seinasta sinni. Tá taldist hann millum mest viðurkendu vísindafólkum í heiminum, og hetta sýndi enska kongahúsið við at jarða hann í Westminister Abbey millum so mætar menn sum Sir Isaac Newton.