Tá ið hetta kappingarárið endar fram ímóti sumri, ætlar føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst sær at gerast í Silkeborg IF, sum hann hevur umboðað síðani á sumri í 2008.
Av familjávum ætlar hann sær aftur til Keypmannahavnar at spæla. Áðrenn hann flutti til Silkeborg, spældi Christian Lamhauge Holst í Lyngby BK.
Sambært bold.dk sigur Christian Lamhauge Holst seg vóna, at Silkeborg hevur vunnið uppflyting til bestu deildina, tá ið hann fer úr felagnum. Í løtuni er Silkeborg tvey stig aftanfyri AC Horsens, sum er á aftara uppflytingarplássinum.
-Byrjanin upp á hetta kappingarárið var trilvandi, bæði hjá felagnum og hjá mær. Eg var plágaður av smáskaðum, men seinastu tveir mánaðirnar hevur tað gingið væl, og meðan vit hava tikið okkum alt nærri toppinum, havi eg verið millum teir fyrstu ellivu. Tað fegnist eg um, og eg haldi meg hava víst, at eg eri førur fyri at vera við í toppinum í 1. deild, sigur 31 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, sum ikki veit, hvar hann eftir summarsteðgin fer at halda fram við fótbóltsspælinum. Men tað er greitt, at tað verður í høvuðsstaðarøkinum.