Sambært SkySport hevur Chelsea longt sáttmálan við 30 ára gamla Frank Lampard. Tað ljóðaði annars, at enski landsliðsspælarin var á veg til Inter Milan, har José Mourinho nú er venjari. Chelsea og Frank Lampard hava nú pappír uppá hvønn annan heilt fram til 2013. Tá verður Lampard 35 ár. Frank Lampard kom úr West Ham United í 2001, hevur hann higartil spælt 247 dystir fyri Chelsea. Frank Lampard hevur avgjørt verið ein av lyklaleikarunum hesi 7 árini hann hevur spælt við Chelsea.