Lampard sigur nei takk

Enski landsliðsspælarin Frank Lampard hevur sagt nei takk til eitt útspæl frá Chelsea um ein nýggjan sáttmála. Sambært News of the World skuldi sáttmálin hava við sær, at Lampard skuldi verða best lønti spælarin í felagnum, men Lampard vil ikki gera nýggja avtalu. Miðvallarspælarin hevur tvey ár eftir av sínum núverandi sáttmála við Chelsea, og fleiri stórfeløg í Suðureuropa hava víst honum áhuga. Eitt av teimum er Juventus.