Lampard verður helst nýggjur Chelsea venjari

Fyrrverandi Chelsea stórspælari, gerst eftir øllum at døma nýggjur venjari hjá stóra London felagnum.

Chelsea skal hava nýggjan venjara, og teir flestu altjóða miðlarnir peika uppá fyrrverandi Chelsea stórspælaran Frank Lampard. 

Chelsea er í løtuni í samráðingum um sáttmála við Frank Lampard, sum seinasta kappingarárið hevur staðið á odda fyri Derby í næstbestu deildini í Onglandi. Lampard gjørdi eitt gott arbeiði við Derby seinasta kappingarárið, og eftir tíðina hann hevur havt sum leikari í Chelsea, verður hann mettur at passa sum fótur í hosu á venjarastólin, hjá teimum bláklæddu úr London.

##med2##

Um so er at Lampard tekur við sum venjari hjá Chelsea, hevði tað verið ein ótrúliga góð søga. Lampard hevur vunnið alt ið vinnast kann við Chelsea. Lampard spældi við Chelsea frá 2001 til 2013, og er tann Chelsea leikarin, ið hevur skorað flest mál nakrantíð fyri Chelsea, við 147 málum í 429 dystum. Eisini má man minnast til, at hann spældi á miðvøllinum, og tað er ikki ofta at miðvallarar enda sum topskorarar.

Lampard verður mettur at vera, kanska besti Chelsea leikari nakrantíð, og stutta tíðin hann hevur havt sum venjari, hevur eisini sæð lovandi út. Lampard er ein tann besti miðvallarin, ið hevur spælt í Onglandi, men bert tíðin kann vísa, um hann fær tikið kynstrini á vøllinum við út á venjarabonkin. Um hann endar sum Chelsea venjari, fer hann at fáa fullan stuðul frá áskoðarunum frá byrjan, tað er vist.