Landafrøði

Landafrøði. Mentan og umhvørvi - Arbeiðshefti

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út arbeiðshefti til bókina »Mentan og umhvørvi«.

Rithøvundur er Christoffur Jensen.

Heftið er ætlað landalæru og samtíðarkunning í framhaldsdeild fólkaskúlans.

Í hesum arbeiðshefti verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir. Hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvønn vit virka.

Meðan arbeitt verður við hesum uppgávum, fer ein ivaleyst at koma eftir, at ein ávís skipan er í alheimsvinnu, vørunýtslu og tænastum og tí eisini í handilssamskiftinum á hesum økjum. Ein fær eisini innlit í, hvussu henda skipan hongur saman við tí ójavna ríkidøminum og fátækradøminum í heiminum.

Heftið gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit lesa um í bløðum ella hoyra um í útvarpi og sjónvarpi.

Gramar á Velbastað hevur sett og umbrotið, og Einars Prent hevur prentað.

Heftið er 17 síður til støddar og fæst fyri 15 krónur.