Landbúnaðarálitið

Herfyri kom nýtt landbúnaðarálit undan kavi, sum verður sagt at skula gera tað liviligari hjá bøndum í framtíðini. Vónandi verður hetta endamál rokkið innan alt ov langa tíð.

 

Men hóast hetta er eitt stig á røttu leið, eru ikki allar súður syftar, um hetta fær undirtøku, tí at hetta álit nemur als ikki við tað, sum eg meti verða høvuðstrupulleikan í landbúnaðarvinnuni í dag, nevniliga at vinnan er alt ov einstáttað.

Gamaní, hetta er ein gularót fyri teir bøndur í mjólkaframleiðsluni, sum eru niðurundirkomnir av skuld, og alt gott um tað, teir treingja sanniliga til ein lætta, nú hvør kiosk í landinum er sanerað. Men eg óttist fyri, at um einki verður gjørt á hesum sinni, við at stuðla uppundir eina fjøltáttan av vinnuni, so kunnu tað fara at ganga nógv harrans ár, áðrenn nakar fer í holt við at gera broytingar aftur, tí at tað hevur víst seg at vera sera, sera leingi ímillum hvørja broyting, og harafturat er hetta eitt tað mest eldfima evni innan føroyskt lógarsmíð, væl stuðlað av ávísum persónum, sum hava til arbeiðis at vera blásibjølgar.

Høvuðsframleiðslan innan landbúnaðin hevur higartil verið mjólkin, men álvaratos, er hesin marknaðurin ikki mettaður fyri langari tíð síðani. Nú snýr tað seg bara um nøkur heilt fá ár, so er øll framleiðslan av mjólk løgd saman í størri og meiri rationellar eindir, har høgligast er at velta og mest bøur fæst. Hetta hevur Jarðarráðið jú eisini fingið sum sín setning, at festi skulu leggjast saman. Men tá samanlagt er, verður yvirskot av arbeiðsmegi, og har meini eg, at Jarðarráðið hevur skyldu at vísa á aðrar vinnuvegir innan landbúnaðin, og ikki sleppa fólki upp á fjall. Her meti eg eisini at Bóndafelagið kundi gjørt meir við upplýsing um alternativar vinnuvegir.

Einki er at ivast í, at tað eru aðrir vinnuvegir enn mjólkaframleiðsla, ið kunnu nýtast í Føroyum. Eitt gott dømi er Føroya Egg á Velbastað. Hvat er sum forðar, at vit kunnu verða sjálvbjargin við eggum, ella høsnarungum, dunnum og gæs? Ella hvat við pelsdjóraframleiðslu? Fóðrið er í landinum. Ja, enntá við jólatrøðum høvdu vit óivað kunnað verið sjálvbjargin. Men tað er tungt at byggja nakað nýtt upp, og fáa fólk at trúgva uppá vinnuvegir, sum als ikki høvdu kunnað borið til, fyri bert fáum árum síðani.

Tað er her myndugleikarnir høvdu kunnað gjørt munin, tí at ímeðan »vi ignoranter udi Færøe« sita kring jólaborðið og fylla magan við 27 daga gomlum høsnarunga og 7 vikur gamlari dunnu, standa danskarar og svenskarar og gnýggja sær í hondunum við lummunum fullum av føroyskum krónum. Høvdu myndugleikarnir latið eyguni upp fyri hesum stríða peningastreymi, ið fer av landinum, og stuðlað uppundir egna framleiðslu ístaðin, so høvdu vit verðið sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum um 2-3 ár.

Ein møguleiki at stuðla er at lata okkum í landbúnaðinum fáa peningin endurrindaðan, ið vit nýta til flutning innanoyggja. Hetta tiltak hevur verið galdandi fyri útoyggjar í fleiri ár, og er lívsneyðugt fyri fólkið har býr. Ein sannroynd er, at vørur eru dýrari at flyta innanoyggja, enn tær eru at flyta til landið, og tí haldi eg avgjørt, tíðin er komin, at hesin stuðul verður galdandi fyri alt landið, tí at vit mugu ásanna, at vit verða ikki kappingarfør við lág-góðsku ídnaðarvørurnar, ið floyma inn yvir okkum úr landsuðri, uttan so at bøtandi tiltøk verða sett í verk. Fiskivinnan hevur jú eisini fingið flutningsstuðul innanoyggja, sum bøtur um gagnnýtsluna og effektivitetin.

Ein annar møguleiki er at endurrinda okkum meirvirðisgjaldið fyri allar vørur vit framleiða. Hetta tiltak hevði munað so væl, at vit høvdu sæð ein metvøkstur í framleiðsluni sum er, samstundis sum nýggjar vinnugreinar høvdu tikið seg upp og minkað um innflutningin, landinum at frama.

Landbúnaðarálitið fer at bøta um støðuna hjá mjólkabøndunum, men tað er sera ivasamt, hvat gagn allir hinir bøndurnir fáa av álitinum, tí at neyvan verður nakar saneraður, við so relativt lítlari skuld, sum hesir bøndir hava. Tað fer heldur at bera á hitt borðið, at ein skal keypa jørðina, og harvið verða meira niðurbundin av skuld. Eg haldi tí ikki, at landsjørðin skal verða sett á sølulista, tí at hetta fer ikki at loysa teir grundleggjandi trupulleikarnar hjá meirlutanum av bøndrum. Heldur átti Jarðarráðið at fingið heimild at sanera, og so skuldi fíggjarliga ábyrgdin verðið herd, so at festarin hefti persónliga fyri alla skuld, hann tekur á seg. Verður skuldin hereftir ov stór, má tað fáa avleiðingar fyri festaran. Harafturat skuldi verið álagt Jarðarráðnum at stuðla alternativum ætlanum, so at vit fáa fleiri bein at standa á innan jarðarbrúkið.

Gleðilig jól og gott nýár.