Landbúnaðarpolitikkur

Tann nýggi landbúnaðarpolitikkurin hjá sitandi samgongu, sum ein av somu samgongu útvald nevnd hevur gjørt álit um og evnað lógaruppskot til, er komin á borðið.

 

Birgir Mohr, Sandi



Tann nýggi landbúnaðarpolitikkurin hjá sitandi samgongu, sum ein av somu samgongu útvald nevnd hevur gjørt álit um og evnað lógaruppskot til, er komin á borðið. Lógin umfatar:

Nýggja jarðarlóggávu.

Nýggjan fyrisitingarligan bygnað.

Endurskipan av skuld hjá stóru festigørðunum.

Ábøtur á óðalsjørðina við lógarkravdum skerjingum.

Umskipan av Jarðargrunninum til ein sergrunn fyri nøkur.


Eitt stórt forarbeiði er helst lagt í hesi álit ella uppskot. Nógv kemur fram um ta søguligu gongdina innan jarðarlóggávu. Meiningin er helst at náa einum góðum máli við hesum ætlanum, men broytingarnar eru so ógvusligar, og broytingarnar hava so grundleggjandi fylgjur fyri øll, sum hava forbrotið seg við at eiga eina gyllin í jørð, eina trøð ella meira, at tað skal vera máti við. Og slíkt kann ikki vera meiningin hjá nøkrum politikara ella politiskum flokki.

Hetta eru nøkur uppskot um eina kollvelting til frama fyri nøkur fá, sum helst hava veirð umboðað í nevndini, ið gjørdi uppskotið, meðan tey, sum hetta skal ganga út yvir, valla hava havt umboð við borðið.

Tilsamans ein stórbroyting innan landbúnaðin, eitt veldugt innhøgg í grundlógartryggjaða ognarrættin og í arvarættin til lógliga ognaða jørð. Ein stór skerjing hjá tí einstaka til at avgera frítt yvir síni egnu ogn.

Upp á sikt ein stórbroyting í livikorunum hjá vanligum bygdafólki, har tað almenna skal avgera alt ? einki verður frítt ella frílynt longur fyri meðal hampafólk, sum eiga nakrar gyllin í jørð, ið tey skulu av við, so ella so, upp á longri sikt. Og við lítlum ella ongum endurgjaldi.

Umsitingin av hesum verkinum verður ógvuslig og kostnaðarmikil.

Um hesi uppskot gerast veruleiki, missa vanlig bygdafólk og nærum øll, sum ikki lúka merkingina »bóndi«, hvønn gyllin, tey eiga í dag innan fyri hesa øldina ella upp á nógv styttri tíð.


At tann fyrisitingarligi bygnaðurin eigur at verða broyttur er møguliga rætt, og eigur at verða lagdur undir Vinnumálastýrið.

At skuldin hjá teim illa støddu og skuldtyngdu gørðunum má umskipast, niðurfrystast ella partvís avskrivast upp á treytir, tað er í lagi.

Men so mótsigur nevndin sær sjálvari, tá hon vil selja festijørðina.

Nevndin sigur, at best hóskandi støddin á gørðum til vinnuligt brúk, eru festigarðarnir, og júst tí teir eru festigarðar og í flestum førum bert hesir. Hesir eru ikki arvaðir í smærri eindum, júst tí teir hava verið og eru festigarðar. Mjólkargarðarnir 4-6 merkur og uppeftir. Eitt sera gott og sakligt argument fyri júst at varðveita hesar sum festigarðar. Men nei, nevndin vil sleppa at selja hesar garðar til festararnar ? og gera teir til ognargarðar. Hví? Ja, tað kemur ikki fram, hví tað skal vera best at eiga garðin, men Effersøe gamli skal einaferð hava sagt tað? Einki sakligt argument. Men nevndin fastheldur, at nú skal festijørðin seljast til festararnar fyri ein metingarprís ? ikki fyri markðarprísin á landbúnaðarjørð ? nei, uha.

Og skal festijørð seljast, áttu tað bert at vera tær smáu eindirnar, smáfestir og leigutraðir, og tá bert til marknaðarprís og helst, um tað letur seg gera, í fríari sølu. Men í ávísan mun letur tað seg kanska ikki gera, tí fyrilit má havast fyri teimum, sum sita við einum festi ella leigutrøð og vilja keypa.

Nevndin fyrislær nakrar »ábøtur« á óðalsjørðina, sum ert eru avmarkingar og skerjingar. Ognartøka í 10 ár, stór skerjing av fría rættinum at taka avgerð um egnar ognir og viðurskifti, dikteraðan arvarætt. Altso ikki, sum vit kenna tað í dag, ein avmarking í ávísum førum til ávís endamál, men ein stór avmarking yvir ein kamb hjá øllum óðalsfólki, sum eigur ein klodda av jørð, og uttan nakað endurgjald.

Hvat sigur jurain um slíkt?

Hetta ber týðuliga boð um, at eingin óðalsmaður ella -kona hava sitið við borðið, har hesir tankar bórust til uppskot. Bert festibøndur, skriviborðsbøndur, teoretikarar, (møguliga onkur spekulantur), og ein óavmarkaður fantasiur, sum ikki kendi sær hógv, nú tað galt hini ? onnur, og at sæta sær sjálvum. Hetta sæst ikki minst í uppskotinum til tann nýggja búnaðargrunnin.

Jarðargrunnurin skal ikki gerast til ein vanligan peningastovn, nei, til ein serligan búnaðargrunn fyri nøkur fá útvald, sum skulu nýta hann til sertreytir at ogna sær alla búnaðarjørð í Føroyum fyri prísir, sum tey sjálv hava ásett og til fíggingartreytir, tey sjálv avgera via nevnda grunn. Og grunnurin skal sjálvandi ikki gjalda skatt.

Ja, tað ljóðar sum ein stuttlig søga, men er skotið upp sum álvari.


Nei, soleiðis nútímansgera vit ikki landbúnaðarvinnuna ella nakra aðra vinnu í 21. øld. Vit eru stødd í Europa, ikki í Kina. Tað eru ikki mao-kommunistar, sum hava gjørt hesi uppskot, men føroyskir liberalistar.

Hesi uppskot eiga at verða munandi meira viðgjørd og broytt, áðrenn tey koma til politiska viðgerð. Uppskotini eru fyri ein part ynskidreymar hjá onkrum festibónda, ella sokallaðum bónda, sum vil havan ógva jørð og nógvan pening, bíliga ella fyri einki, stóra makt, ógvusligt ríkidømi, samfelagsligar sersømdir útyvir hvat vit kenna í dag, uppá bekostning av flestu øðrum borgarum í Føroyum. Hetta vil broyta okkara samfelag ? ikki bert til tað betra. Hetta vil jarðleggja alla mentan í sambandi við jørð, avtaka gomlu mentanina fyri at fáa nakrar ríkar harragarðsmenn. Vil gera tað ógjørligt hjá meiniga manninum at eiga ein gyllin í jørð ella eina trøð.

Og tað er væl ikki meiningin???

Betur er einki kollveltandi at gera, men fara hóvliga fram við at broyta viðurskiftini fyri almennu búnaðarjørðina, so búnaðarvinnan lagar seg til marknaðartreytir, soleiðis sum allar vinnur í Europa gera tað, um tað ikki longu er farið fram.

Hetta er tann globala uppskriftin í Europa í 21. øld, sum øll lond og allir politiskir tankar hava góðtikið at liva upp til, um vit so dáma tað ella ikki. Marknaðartreytir er loysingarorðið ella gandaorðið fyri allar vinnur í dag. Tað noyðast vit at ásanna.

Eg trúði, at allir liberalistar elskaðu marknaðartreytirnar, men gakk?

Eru vit bert liberalistar og frílyntir, til tað rakar egnan pengapung ella hvat?

Spennandi at síggja, hvat tann frílynti, liberali FÓLKAFLOKKURIN, sum politiskt eigur ábyrgdina í løtuni á hesum øki, fer at siga til hesi uppskot!