Landbúnaðarstuðul

Eiði á vetrarnáttum 2005

Vegna Føroya Óðalsfelag
Jan Thomsen, formaður

Ikki hevur tað verið frítt, at rokeringarnar, ið landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur í hyggju, hava skapt øsing millum tey, sum fyri ein stóran part fáa sína inntøku umvegis afturbering av MVG, stuðul til stráfóður, stuðul til mjólkaframleiðslu, stuðul til kjøtframleiðslu o.s.fr.
Tað má vera einum og hvørjum greitt, at ein vinna, ið hevur allan henda stuðul fyri neyðini, er ein vinna, sum ikki á nakran hátt er burðardygg.
Talan er um eina vinnu, ið fær uml. 70 mill. kr. árliga úr landskassanum. Peningur, ið á ávísan hátt er við til at dýrka tær vørur, sum nýttar vera til framleiðsluna. Tú fært jú 20% aftur av keypsprísinum, um tú ert MVG-skrásettur. Meirkostnaðurin verður goldin av teimum, ið ikki fáa MVG-ið afturborið, so einfalt er tað.
Stuðul økir ongantíð kappingarførið. Stuðul er ein koddi. Tað eru óteljandi dømi um hetta. Tey, ið minnast kunnu ikki annað enn nikka játtandi, tá ið mint verður á, tá ið t.d. kongafiskurin misti stuðulin. Prísurin fór úr 3 kr. upp í einar 9 kr. kg. Sølumenninir vaknaðu.
Hugsið tykkum, hvørja nyttu hesin peningur hevði gjørt aðrastaðni t.d. úti á Debesartrøð. Vit høvdu orkað at boðið okkara ungu høgar útbúgvingar her á landi, heldur enn sum nú, har vit senda tey av landinum.
Sum sagt, so er tað gleðiligt, at rembingar nú henda innan landbúnaðin, avgerðin hjá landsstýrismanninum at steðga afturberingini av MVG-num her á meginøkinum er uttan iva røtt, og hann skal vita, at hann fær dyggan styrk frá Føroya Óðalsfelag. So »go on Bjarni, youll never walk alone«.