Trøllanes: - Skal útjaðarin liva, so er landbúnaður avgjørt ein vinnugrein sum kann verða við til at tryggja hetta, sigur Útistovubóndin við Sosialin.
Sjálvur hevur Bárður og konan Maud bóndast í sløk 20 ár, og hava allatíðina arbeitt við at menna hesa vinnuna til tað, hon er í dag.
Bárður hevur í dag níggju kýr, men ætlanin er at hækka hetta talið upp í 14, soleiðis at hann eisini kann fáa brúkt sína mjólkakvotu uppá 80.000 litrar.
- Í dag megni eg bert at lata 60.000 litrar, men nú verður skjótt betri, sigur Bárður Østerø.
Hann er bóndasonur úr Útistovu og tók við garðinum í 1989.
Bóndast og bóndast
Tað var helst neyvan stórvegis ivi um, hvat Bárður skuldi verða, tá hann kom til mans. Tað lá líkasum í blóðinum.
- Eg eri bóndasonur og mær hevur altíð dámað hetta væl. Men tað kortini ikki beinanvegin at eg fór í holtur við hetta, sigur hann.
Eitt skifti arbeiddi hann hjá landinum, meðan teir boraðu og riggaðu tunlarnar á Kalsoynni til, og tá hann seinni fór til Havnar at fáa sær koyrikort fór hann tann vegin.
Svágur hansara hevði um hetta mundið fyritøkuna Løvubetong, og her fekk tann ungi trøllanesmaðurin arbeiði sum bilførari í tvey ár.
- Tá fann eg eisini konuna Maud, sum er ættað av Eiði, greiðir hann frá. – Eftir hetta fór hann so norður aftur higar at búgva og tók við Útistovu-garðinum eftir pápa sín.
- Og tja, - nú hava vit altso bóndast í skjótt 20 ár. Sum tíðin tó gongur!
Við handamegi
Tá hann tók við fjósinum seinast í 80’unum var tað munandi minni enn tað er í dag.
Tá var bara eitt minni fjós í garðinum, ein einstøk kúgv og ein vetringur sum fylgdi við festinum. Men síðani tá hava tey bygt hetta fjósið munandi út og fer tað nú at kunna rúma 14 kúm, bæði væl og virðiliga.
Arbeiðið við fjósinum hevur higartil verið – og er framvegis – ein langtíðarætlan. Bárður byrjaði sjálvur at grava út fyri fjósinum í 1997 við eyrhakkara og spaka.
Í 1999 var mjólkarúmið liðugt, og fyri seks árum síðani varð fjósið innilokað.
- Alt er gjørt við handamegi, eisini stoypingin, so tú skilir at hetta hevur verið eitt hart og drúgt arbeiði.
- Nú gleði eg meg bara til at kunna taka tað í brúk, sigur Bárður Østerø.
Betri samband
Í básunum hjá Bárðuri standa í dag hesi níggju mjólkineytini. Kvotan hjá honum er uppá 80.000 litrar, men sum støðan er í dag klárar ikki at lata alt.
- Fyri at kunna brúka alla kvotuna, er ikki annað hjá mær at gera enn at fáa mær fleiri neyt, sigur hann.
Eingin trupulleiki er at sleppa av við mjólkina, nú regluligt rutusamband er við Strandferðsluni inn á meginøkið. Inni í fjósinum hevur hann ein stóran tanga, hagar hann savnar mjólkina inntil mjólkabilurin kemur.
- Eftir ætlanini skal hann koma higar til Trøllanesar tríggjar ferðir um vikuna, men tað vísir seg kortini at teir leypa tann eina túrin um.
- Men mánadag og fríggjadag eru teir í øllum førum her eftir mjólkini, greiðir bóndin frá.
Hóast bygdin er lítil og vegirnir smalir, eru teir kortini í slíkum standi og í slíkari breidd, at mjólkabilurin kann bakka heilt niðan til fjósið.
Hesar umstøðurnar eru avgjørt við til at skapa fortreytir fyri hesum vinnuliga virkseminum norðast á Kalsoynni!
Bíðilisti á Trøllanesi
Í løtuni hevur Bárður Østerø níggju kýr í básunum, men tá farið er um hálvan apríl mánað ætlar hann at hækka talið nakað.
Hann hevur í løtuni tvær kvígur, sum fara at kálva í apríl, og so ætlar hann at útvega sær enn fleiri, soleiðis at samlaða talið kemur upp í 14,.
Festið her í Útistovu er góðar seks merkur, og her ganga 220 seyðir. Vanliga fletta tey millum 170 og 180 um árið, - okkurt árið heilt upp í 182.
Tað góða hjá Bárðuri er, at eingin trupulleiki er at sleppa av við øll hesi hundraðtals krovini.
- Eg selji krov kring alt landið, bæði til Havnar, Suðuroyar og Vágarnar. Fólk á Sandoynni eru faktiskt tey einastu sum ikki keypa krov frá mær, sigur hann.
Hann hevur fastar kundar, sum keypa krov frá honum og tað vísir seg, at børnini mangan halda fram við keypunum, sum foreldrini hava gjørt.
- Eg havi ofta bíðilista eftir krovum, sigur Útistovu-bóndin við einum brosi á kinn.
Ein velur sjálvur sítt arbeiði
Tá tosað verður um bóndalív og landbúnað í Føroyum, er hetta ein vinnugrein sum mong helst ikki halda seg til ella tíma.
Hjá Bárði og Maud er støðan kortini ein onnur:
- Hetta er eitt gott lív, má eg siga. Sjálvandi er tað eitt sindur bundisligt, tí ein má vera her allar dagarnar í árinum.
- Men hinvegin, ein velur tað sjálvur. Tú hevur hetta sum títt arbeiði og tú kanst liva av tí. Tímir man tað, so er tað ikki so galið, slær Bárður fast.
Soleiðis er helst eisini við so mongum øðrum arbeiðum, hóast tað at vera bóndi kanska má sigast at vera merkt av einum sindri av knossi.
- Kanska var tað fittligari at sita á einum kontóri í Havn. Men tað, - tað hevði so slett ikki tímað – yvirhøvur ikki!, slær hann fast.
Gott stríð
At vera bóndi á Trøllanesi krevur sín mann og sína konu. Og ein hevur eisini sæð bæði myndir og filmar av hesum truplu umstøðum.
Fyrr var eingin vegur til grannabygdina, bert sjóvegis farleið, tá neyðugt var at stjóra farm, mjólkadunkar og annað í land frá strandfaraskipinum Barsskor. Í dag eru hesar umstøður bert søga.
Umstøðurnar hjá Bárðuri á Trøllanesi og einum bónda í til dømis Havnardali eru ikki so ólíkar í dag. Teir fáa alt tað sum teir hava tørv á við lastbili í túnið, og tá mjólkin skal sendast víðari, so kemur mjólkabilurin á sama stað.
Tað hevur verið ein sera stór hjálp hjá teimum, at ferjulegan á Syðradali kom fyri nøkrum árum síðani. Nú sleppa tey av oynni, tá tey vilja og hava ikki stórt meiri enn tveir tímar til Havnar. Og so kunnu koma aftur higar fleiri ferðir um dagin.
Barsskor var sjálvandi góður til sítt brúk, men trupulleikin við honum var, at kranin umborð bert kundi lyfta upp til 500 kilo. Nú kann ein stórur lastbilur norður higar, um hann altso bara passar gjøgnum tunlarnar.
- Í dag er alt so nógv lættari. Eg kann til dømis fara av oynni fyri at keypa mær ein kúgv, og verða aftur við henni í túninum einar 3-4 tímar seinni.
- Eg veit ikki rættiliga um eg hevði tímað at bóndast, um ikki umstøðurnar vóru so góðar sum tær eru í dag.
- Ja, teir gomlu, teir høvdu eitt gott stríð!