LandCruiser í nýggjari útgávu

Toyota sýnir fram ein nýggjan LandCruiser á altjóða bilaframsýningini í Paris. Bilurin er designaður á evropeiska designsentrinum hjá Toyota í Suðurfraklandi

Hesin nýggi bilurin, ið kemur at avloysa LandCruiser GX90, verður eins og forgangarin, ein ektaður "off roadari" við eins góðum eginleikum til at koyra á ósløttum undirlendi sum á vanliga koyrivegnum. Bilurin er útgjørdur við nógvari framkomnari tøkni til koyring, har tað er bratt og óframkomiligt. Hann hevur t.d. Hill-start Assist Control (HAC) og Downhill Assist Control (DAC) sum eru elektroniskar skipanir ið halda stýr á bilinum í brøttum undanbrekkum. Eisini hevur hann elektroniskt sperridifferentiali. LandCruiser verður gjørdur í útgávum við 3 og 5 hurðum. Tveir motorar verða at velja ímillum. Annar er ein 4 syl. 3,0 litur common-rail turbodiesel við 163 hk og hin er einV6 VVTi bensin við 249 hk og koyrir frá 0-100 km/t uppá 10 sek. Av trygdarútgerð kann nevnast at umframt airbag framman og í síðunum hevur hann eisini gardinairbag. Hesin LandCruiser kemur á marknaðin við 3,0 dieselmotori fyrst komandi ár og við V6 bensinmotorinum í einaferð í vár.
Kelda: Tíðindaskriv frá Toyota Danmark A/S