Landið hevur forsømt eldraøkið men kommunan fær skuldina!!

Í mong ár hevur landsmyndugleikin forsømt sína ábyrgd og skyldu til at útvega teimum eldru óhjálpnu neyðug røktarheims¬pláss ella nøktandi hjálp til at verða búgvandi heima, og kortini verður ábyrgdin av ringa skilinum skumpað yvir á kommunurnar, hóast tær enn onki oyra hava fingið í endur¬gjaldi til at yvirtaka hetta málsøkið frá landinum.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri



Í politikki kann tað, sum vendur niður, uttan trupulleikar fáast at venda upp! Feskasta dømið um hetta upplivdu vit í sambandi við málið um útbygging av eldraøkinum, sum hevur verið nógv umrøtt í seinastuni.

Gjald og vald
skulu fylgjast.
Ein er eftirhondini byrjaður at troyttast av at endurtaka seg sjálvan í spurninginum um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, men lat meg siga tað enn einaferð:
Fyri nøkrum árum síðan lat Føroya Landsstýrið gera ta sonevnda grøna kommunuálitið, sum bæði landsstýri og løgting síðani tóku undir við og søgdu seg vilja arbeiða eftir.
Í hesum áliti er meginreglan, at annaðhvørt skal landið, ella skulu kommunurnar hava fulla ábyrgd av einum málsøki, ikki bæði í senn. Víðari verður í álitinum sligið fast, at gjald og vald skulu fylgjast. Í stuttum merkir hetta, at tann myndugleikin (land ella kommuna), sum hevur ábyrgdina av einum málsøki, skal eisini rinda allan kostnaðin av tí. Í triðja lagi sigur kommunuálitið, at tá uppgávur verða fluttar út til kommunurnar at umsita, skal peningur fylgja við á tann hátt, at landið lækkar sín skatt, samstundis sum kommunurnar hækka sín skatt samsvarandi.
Sum grundgeving fyri hesum meginreglum varð m.a. sagt í álitinum, at hetta er besti háttur at tryggja fult gjøgnumskygni og fulla ábyrgd á einum og sama staði av tí, sum gjørt verður, ella kanska rættari, av tí sum ikki verður gjørt á einum málsøki.

Kl. Kommuna hevur
víst ábyrgd kortini.
Hóast høvuðsábyrgdin av eldraøkinum í dag framvegis liggur hjá landsmyndugleikanum, so hevur Klaksvíkar Kommuna hesi seinnu árini í verki víst stóra ábyrgdarkenslu yvir fyri hesum málsøki og teimum eldru í lokalsamfelagnum.
Her kann eg nevna:
"Sambýlið í Bøgøtu til 10 pláss, sum var eitt bráfeingis tiltak í 90árunum, tá tað var sera smátt við peningi,
"Verkætlanina undir Kráarbrekku, har 1. byggistig fevnir um m.a. 24 eldraíbúðir, og
"Sambýlið á Heygnum til 16 pláss, sum lat upp fyri fáum árum síðan. Av teimum áleið 16 mill. kr., sum hetta sambýlið kostaði, stuðlaði landskassin íløguni beinleiðis við bert 800-túsund kr.!
Í veruleikanum hevur kommunan kent seg noydda til summi av teimum her nevndu tiltøkum, tí landsmyndugleikin ikki hevur gjørt og framvegis ikki ger nóg mikið fyri eldru borgararnar í samfelag okkara.

Leggur trýst á
kommunurnar.
Í sambandi við fíggjarætlanir kommununnar, arbeiddi býráðið í fjør eitt sindur við at leggja eina langtíðar fíggjarætlan fyri nøkur ár fram.
Úrslitið av hesum arbeiði vísti, at Klaksvíkar Kommuna hevur sera nógvar áleikandi íløgur at gera innan tey málsøki, sum kommunan sjálv hevur ábyrgd av. Hetta er eitt nú innan skúlaøkið, barna¬ansing, sethúsa- og vinnuútstykkingar, havnaøkið, vatnveiting, kloakkleiðingar og annað mangt.
Ein avleiðing av hesum umstøðum gjørdist, at tað á langtíðarætlanini, sum alt býráðið viðgjørdi á serstøkum fundum í fjør, ikki gjørdist pláss fyri íløgum innan eldraøkið fyrr enn í 2008 og eftir tað.
Tað var m.a. út frá hesi fortreyt, at býráðið áðrenn seinasta ársskiftið legði fíggjarætlanina fyri 2006.
Men so er tað, at landsstýrið í endanum av 2005, brádliga kemur fram við sínum tilboð til kommunurnar um  innan fáar vikur  at søkja landsstýrið um 50% stuðul til bygging av røktarheimum v.m. kring landið.
Saman við útmeldingini fylgdi eitt yvirlit yvir bráfeingis tørvin kring landið, og tað var týðiligt at lesa millum linjurnar, at landsstýrið á henda hátt vildi leggja trýst á kommunurnar at koma fram við síni helvt av tørvandi íløgunum.
Hetta kom sjálvandi dátt við hjá Klaksvíkar Kommunu so brádliga at fáa eina so stóra rokning frá landinum at gjalda sum part av eldraøkinum hjá landinum. Talan er nevniliga um stórar upphæddir, um eldraøkið í Norðoyggjum skal nøktast, ja samanlagt er talan um fleiri ferðir 10 milliónir krónur!

Langtíðarætlanir!
Ikki vikutilboð!
Sum borgarstjóri í næst størstu kommunu í landinum má eg siga, at slíkur politikkur frá landsins síðu er óheppin, tí hann leggur eitt sera stórt og órættvíst trýst á býráðið, sum ger, at tað ógvuliga lættliga kann fara í tvíningar, tí talan er sjálvandi um álvarslig viðurskifti hjá okkara eldru. Og tað hendi eisini hesum máli, at býráðið býtti seg í tveir næstan eins stórar partar.
Fyri tað fyrsta er eldraøkið framvegis undir landsins høvuðsábyrgd, og tí er tað burturvið at geva kommununum skuldina fyri vantandi eldraheimspláss.
Fyri tað næsta sakni eg ein meira langsiktaðan politikk frá landsins síðu í sambandi við hetta seinasta útspælið frá landsstýrinum. Tað er ikki nøktandi, at landið kemur so brádliga út og við so stuttum tíðarfreistum til kommunurnar at umráða seg í. Slík mál mugu viðgerast við størri virðing fyri langtíðarætlanunum, bæði hjá landi og kommunum, tí talan er jú ikki um smápening men sera stórar íløguupphæddir.
Fyri tað triðja varð sagt, tá landsstýrið kom út við hesum stuðulspakkanum við fifty-fifty býti millum land og kommunur til íløgur innan eldraøkið, at hetta var ein fyrireiking til at leggja málsøkið út til kommunurnar at taka sær av, og tí var umráðandi, at øll økini vórðu nøkulunda útbygd, áðrenn lagt varð út til kommunurnar. Eg ivist ikki í, at henda fortreyt hevur ligið í huganum hjá fleiri av kommununum, tá tær hava viðgjørt hetta mál og játtað pening til endamálið. Tí er tað sera løgið og eisini óheppi, nú eftir at kommunur hava játtað luttøku og harvið hava bundið seg til milliónaupphæddir, at landsstýrismaðurin nú hevur meldað út av nýggjum, at landsstýrið kortini ikki er samt um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Hetta er ein kúvending, sum broytir eina óvuliga prinsippiella fortreyt fyri luttøku kommunanna í hesum íløgum.
Tí er tað, at eg sigi: Langtíðarætlanir, ikki vikutilboð, sum kunnu broytast næstan frá degi til dags.

Landið kann sjálvt
økja sínar játtanir!
Ørindi míni við hesi grein eru ikki at skapa óneyðugt stríð og kegl um hetta álvarsmál, ið snýr seg um okkara eldru og teirra kor og umstøður.
Okkara eldru borgarar hava borið byrðar í samfelagnum og hava slóðað fyri okkum, sum aftaná eru komin. Tað er tí ógvuliga harmiligt, at hesi ikki fáa nøktandi tilboð og møguleikar til røkt og umlætting á ellisárum, men tað er sanniliga eisini órættvíst at leggja ábyrgdina av hesi ringu støðu yvir á kommunurnar, tí tað er altso landið, sum hevur havt og enn í dag hevur høvuðsábyrgdina av hesum málsøki.
Hvørki sum borgarstjóri ella sum kommunupolitikari kann eg standa tigandi, meðan tann kommuna, sum eg umboði, fær skuldina fyri, at landið ikki hevur gjørt sína skyldu innan eldraøkið, sum tað hevur ábyrgd av, og sum tað m.a. krevur skatt inn til.
Sum nevnt er ein høvuðs meginregla í kommunuálitinum, at gjald og vald skulu fylgjast. Tað rættasta hevði tí verið, at landið sjálvt økti sínar játtanir til eldraøkið, soleiðis at tey eldru fingu nøktandi umstøður og møguleikar, eitt nú innan heimarøktina. Ikki minst nú kanningar vísa, at bestu úrslitini fáast við at geva fólki umstøður og hjálp til at verða heimabúgvandi sum longst.
Klaksvíkar Býráð hevur á seinasta býráðsfundi samtykt at stuðla eini útbygging av Norðoya Ellis- og Vistarheimi, ið fevnir um 6 búrúm afturat. Hóast hetta er eitt avmarkað tiltak, so er tað tó ein hart tiltrongdur bati, og vil eg heita á landsstýrið um eisini at stuðla hesi ætlaðu útbygging, til frama fyri eldru borgararnar í Norðoyggjum.

Klaksvík tann 15. juni 2006