Landið verður ikki latið aftur

Men onnur átøk verða sett í verk - tað verður eitt nú nógv lættari at kanna seg fyri korona

– Vit hava ikki ætlanir fyribils um at lata landið aftur.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann heldur ikki, at tað er skilagott at fara líka nógv niður í ferð sum í mars, tí langttíðarávirkanin av at lukka samfelagið niður er stór, sigur hann.

– Men fyri at tað skal lata seg gera at umganga hetta, mugu vit gera nøkur fyribyrgjandi stig, sum muna, og sum skal steðga smittuspjaðingini, so vit fáa yvirblikk og kontroll, sigur løgmaður.

Eitt av átøkunum er, at nú verður ein skipan gjørd, sum ger tað lættari at kanna seg fyri covid-19.

– Tað verður ikki neyðugt at faa ávísing frá kommunulækna fyri at blíva kannaður longur. Ein og hvør, sum metur seg vera í smittuvanda, kann lata seg kanna, segði løgmaður.

Kanningarskipanin á flogvøllinum og við bryggjuna er longd til og við 31. oktober, soleiðis at øll fólk framhaldandi verða podað ókeypis, tá tey koma til landið.

– Eisini verður mælt til at lata seg kanna á sætta degi, segði løgmaður.

Hetta mælti læknafakkunleikin myndugleikunum til fyrr í summar, men myndugleikarnir fylgdu ikki ráðunum. Tað gera teir so nú, vísir tað seg.

Hann segði eisini, at øll ferðafólk verða mæld til at halda seg inni, inntil tey eru staðfest negativ.

Tað verður framhaldandi loyvt at savnast hægst 100 fólk.

Men øll stór tiltøk sum festivalar og veitslur skulu útsetast, og mett verður ikki, at skeinkistøð eiga at vera opin komandi vikurnar, sigur løgmaður.

– Tað verður arbeitt við allari megi, hvussu farast skal fara fram á eldra-, almanna- og skúlaøkinum, sigur hann.

Eisini kom hann við einari áheitan um, at vit mugu minnast til góðu atferðina og hugburðin í vár, tá korona breiddi seg í Føroyum av fyrsta tíð. Hann heitir á fólk um at hugsa um frástøðu og gott reinføri fyri at verja okkum sjálvi og okkara nærmastu.

– Tað eydnaðist í vár at niðurberja smittuna, og gera vit tað í felag, so skal hetta eydnast, sigur løgmaður.

Tað verður eisini fokuserað meira uppá koronaroyndir í Føroyum.

– Okkara heilsustarvsfólk eru til reiðar, líka sum tey hava verið allatíð í hesari prosessini. Testingin verður massis. Vit ætla at gera 500 testir um dagin. Tað ætla vit at byrja longu fyrst í næstu viku, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.