Landið fingið 21,3 milliónir meir inn í skatti

Inntøkurnar hjá landskassanum hækka, men kommunuskatturin lækkar


Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 21,3 milliónir krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá TAKS.

 

Hgartil í ár hevur landið fingið 1,1 milliard krónur inn í skatti, og tað eru 1,9 prosent.

 

Hinvegin hava føroysku kommunurnar fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

- Higartil í ár hava kommunurnar fingið eina 1,3 milliardir krónur inn í skatti, og tað  eru 4,6 milliónir krónur ella 0,36 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár eru 213 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 65 milliónir í kirkjuskatti.

 

- Eftirlønarskatturin er væl hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella góðar 20 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí eru tølini ikki heilt sambærilig.