Nú verður alt fyri eitt farið undir at fyrireika innkomuvegin av Sandvíkarhjalla til Havnar. Talan er um veg frá rundkoyring á Sandvíkarhjalla, veg yvir til Villingardalsvegin og tunnilin úr Villingardalsvegnum úr í Marknagil við Hotel Føroyar.
Øll verkætlanin er av Landsverki mett at kosta 280 milliónir krónur. Sambært avtaluni, sum nú er undirskrivað vil landsstýrið, so rindar landið 110 milliónir krónur av verkætlanini og Tórshavnar kommuna restina.
– Eg eri sera fegin, at vit nú umsíðir hava fingið eina endaliga loysn á hesum málið, sum hevur verið súltað nú í 34 ár, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku og byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
– Eg havi lagt stóran dent á at knýta verkætlanin við innkomuvegnum og tunlinum saman, so øll verkætlanin verður framd. Tað er tað, sum vit nú fara at gera, sigur Tróndur Sigurðsson.
Spurdur um hann er nøgdur við upphæddina frá landinum, sigur hann, at hann sjálvandi fegin vildi, at landið rindaði ein størri part, men at hann tó er nøgdur við avtaluna, um nú er gjørd.
Serligan dent hevur hann lagt á, at øll verkætlanin verður framd, so kommunan ikki stendur við einum innkomuvegi, sum endar við Villingardalsvegin. Tað hevur ligið honum tungt á hjarta at fáa tunnilin við.
– Hetta verður okkara nýggi uttari ringvegur í Havn. Hann fer eisini at lata upp fyri stórum broytingum, har vit kunnu fáa nýtt byggilendi til kommununa, sigur Tróndur Sigurðsson í stuttari viðmerking, eftir at avtalan varð undirskrivað á middegi.