Almannaverkið, sum júst hevur latið nýggja Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøð upp á Smyrilsvegi 14, hevur seinastu tíðina undirskrivað fleiri nýggjar leigusáttmálar, hóast landsstýrið vil vera við, at tað er bíligari at eiga enn at leiga. Tað vóru í øllum førum orðini hjá Akseli V. Johannesen, tá Føroya Landsstýri keypti gamla Sjóvinnubankan í Gongini.
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, er ikki ósamdur við løgmann, men, sigur hann, hetta krevur, at landið eisini setur pening av til viðlíkahald.
- Orsøkin til, at vit leiga, heldur enn at keypa bygningin, er at landið hevur víst seg sum vána eigari. Ongin peningur verður settur av til viðlíkahald, ei heldur til húsavørð, sigur Edvard Heen og vísir á, at tá tað er støðan, er úrslitið, at ognirnar fella í órøkt.
- Almannaverkið varðar av 65 adressum, men eingin peningur er settur av til húsavørð. 2,1 milliónir krónur eru settar av til víðlíkahald, men tær røkka ikki langt, tá okkurt er áfatt. Og tá eingin húsavørður er at taka sær av tí smáa, gerandisliga, verður tað skjótt dýrt, tá stórar umvælingar skulu gerast, sigur hann.
Seinastu tíðina hevur Almannaverkið leigað bygningin, har nýggja hjálpartólamiðstøðin húsast, umframt at hon hevur gjørt avtalu við Fróða Sigvardsen, at hann skal byggja nýggja høvuðssæti hjá Almannaverkinum, sum síðani skal leiga bygningin frá honum.
Edvard Heen sigur, at leiguprísurin í sáttmálanum við bygningseigaran er á tí støði, sum Landsverk hevur sagt er ynskiligt, um ein skal leiga ein bygning.
- Tí verður tað alt í alt bíligari hjá okkum at leiga bygningarnar enn at eiga teir. Fyrimunurin við at leiga er eyðsæð tann, at útreiðslurnar til viðlíkahald eru íroknaðar prísin. Eigarin av bygninginum hevur nú ábyrgd av at røkja hann, og hevur sjálvandi egináhuga í at taka sær av honum fyri at varðveita virði á bygninginum, sigur Edvard Heen.