Landið stuðlar fjølbroyttum mentanarligum tiltøkum í 2025

Eins og undanfarin ár hevur landið í ár avgjørt at veita stuðul til 22 umsóknir til ymisk mentanarlig tiltøk kring landið. Samlaða játtanin fyri 2025 er kr. 1.120.000, sum er býtt út til tiltøk av ymsum slagi, ið øll á hvør sín hátt ríka mentanarlívið í Føroyum.

Millum tiltøkini, ið hava fingið stuðul, eru konsertir við føroyskum og útlendskum tónleikarum, ferðir hjá føroyskum listafólkum og tónleikarum, stuðul til arbeiðið við FMA (Faroese Music Awards), og stuðul til festivalar við ymiskum innihaldi kring landið. Eisini hava framsýningar á listasøvnum og í framsýningarhølum fingið stuðul.

 

Við árliga stuðlinum til mentanarlig tiltøk ynskir landið at leggja lunnar undir eitt fjølbroytt og livandi mentanarlív, sum kemur borgarum kring landið og gestum okkara til góðar.

 

– Tað er gleðiligt at síggja, hvussu fjølbroyttar og skapandi verkætlanir verða settar í verk, og hvussu nógvar eldsálir arbeiða fyri at menna og bera mentanina út til ein breiðan og fjølbroyttan áhoyraraskara, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í stuttari viðmerking.

 

Stuðulin er játtaður eftir innkomnum umsóknum, sum vóru 30 í tali, og aftur í ár vóru fleiri góðar umsóknir, sum vísa breiddina og dýpdina í føroyska mentanarlívinum.

 

Um stuðulin til mentanarlig tiltøk:

 

  • Samlað játtan: kr. 1.120.000,-.
  • Stuðul latin til: 22 ymiskar umsóknir.
  • Dømi um tiltøk: Tónleikakonsertir, ferðir, FMA, festivalar, framsýningar.

 

Harumframt letur landið góðar 4,7 mió. kr. árliga til skapandi og útinnandi list, sum kemur afturat stuðlinum frá Mentanargrunninum, Leiklistaráðnum til yrkisleiklist og annan mentanarligan stuðul á fíggjarlógini.