Landingarmiðstøðin farin í Skiftirættin

Alt virksemið hjá Landingarmiðstøðini er í dag steðgað, og nevndin hevur biðið Skiftirættin um at taka felagið upp til trotabúðarviðgerð.

Hesum boðar Kristian Fríðrik Olsen, stjór, frá í skrivi. Hann skrivar soleiðis:

»Ógvusligu broytingarnar innan fiskivinnu okkara hava gjørt at rakstur felagsins hevur koyrt sera tungt. Arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum,

bæði við at broyta bygnaðin og at rationalisera raksturin. Eisini eru royndir gjørdar við at fáa Klaksvík og Toftir at koyra hvørt sær við at fáa

nýggjar íleggjarar inn, men bar hetta ikki á mál.

Tí hevur nevndin í dag biðið Skiftrættin um at taka felagið upp til trotabúgvarviðgerð.

Tað vil siga at alt okkara virksemi er hildið uppat, leggur hann afturat.

Kristian Fríðrik Olsen sigur, við Rás2, at við hesum eru 70 fulltíðarstørv men ávísar tíðir hava tey verið nógv fleiri í starvit.«