Landkrabbin hjá Auto

At vera hýruvognsførari er eitt serligt starv. Arbeiðsplássið er bilurin, og tá ein fer heimanífrá um morgunin, veit ein ikki hvar ein endar og hvat dagurin hevur at bjóða. Magnus Fuglø hevur koyrt hýruvogn í 30 ár, og hóast tað so dánt ber til at liva av at koyra í dag, er hann fegin um at hann gjørdist landkrabbi og setti seg handan róðrið í sínari tíð

Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Magnusi Fuglø byrjar klokkan 7.00, tá hann setir seg í bilin og rópar á støðina. Vanliga heldur hann fram til á nátturðatíð. Men er lítið at gera millum hesar tímarnar, kemur tað fyri, at hann heldur fram til út á kvøldið.

- Nei, ein verður ikki ríkur av at koyra hýruvogn. Men tað er ein serstøk vinna, og tað sum tey flestu ikki vita er, at umleið 70-80 familjur liva av hýruvognsvinnuni í dag. Tá eru bert vanligu hýruvognsførarnir íroknaðir. Afturat koma avloysarar og bussar, greiðir Magnus Fuglø frá.

Hann er formaður í hýruvognsfelagnum, sum er formanssessur, ið Auto og Bil skiftast um at hava. Í 2006 náddi hann pensiónsaldrinum, men hann hevur avgjørt at halda fram við starvinum í eina tíð afturat.

- Eg trívist so væl við at koyra. Eg eri bara soleiðis háttaður. Í juli verður bilurin hjá mær fríkoyrdur, og tá ætli eg mær ikki at keypa mær ein nýggjan, sigur hann avgjørdur.

 

Truplar tíðir

Eftir 30 ár sum hýruvognsførari, og formaður í felagnum hjá hýruvognsførarum, veit Magnus Fuglø nógv um søguna hjá føroyskum hýrvognsførarum. Hann byrjaði sjálvur at koyra í 1964 hjá Aksturbil, sum helt til í niðaru hædd hjá Simma. Simme helt tá til við ljóskurvarnar, har Mica í dag húsast.

- Eg hevði lokið útbúgving sum skipsførari tíðliga í 1960 árunum. Men so fekk eg konu og børn, og tað gjørdist meir umráðandi at vera á landið enn at fara burtur tá. Tá vóru tíðirnar so nógv øðrvísi. Tær vóru góðar, og ein varð væl løntur sum hýruvognsførari, greiðir Magnus Fuglø frá.

Hann byrjaði sum avloysari, og endaði sum regluligur hýruvognsførari. Í 1978 fór Magnus Fuglø niðan í Auto at arbeiða, og so líðandi broyttust umstøðurnar hjá hýruvogsførarum í Føroyum.

- Okkara vinna hevur havt tað rættiliga trupult. Serliga mvg-gjaldið, sum kom í 1993, skapti stórar trupulleikar fyri okkum. Tað var soleiðis tá, at skuldi tú keypa nýggjan bil, varð tollurin endurgoldin í tveimum ratum. Bilurin var rindaður sum tá tú rindar fyri ein persónbil, men tú fekst bert helvtina av tollinum aftur eftir eitt ár og hina helvtina eftir tvey ár, sigur Magnus Fuglø.

Harafturat varð ein feilur við til at herða treytirnar hjá hýruvognsførarum, sum forðaði teimum í at brúka bilin privat. Í dag er reglugerð gjørd fyri keyp av hýruvogni, sum gevur føroyskum hýruvognsførarum trý ár at koyra bilin, áðrenn hann verður fríkoyrdur. Ein hýruvognsreglugerð er eisini komin, sum áleggur hvørjum hýruvognsførara eitt serligt loyvi til at koyra hýruvogn.

 

Tíðin komin til taxametur

Tað, sum nú er aktuelt og sum dúgliga verður kjakast um millum hýruvognsførarar er um føroyskir hýruvognar skulu hava taxametur, sum onnur lond hava. Sjálvt í Grønlandi hava tey taxametur, hóast frástøðan har ofta er lítil og eingin.

- Tað hevði gjørt tað so nógv lættari fyri viðskiftafólkini hjá okkum, um vit høvdu taxametur í bilunum, sum roknaði takstin út. Teir flestu førarnir eru áhugaðir í at fáa taxametur í bilarnar. Tað vóru meir teir gomlu, ið ikki dámdu tað nakað serligt, sigur Magnus Fuglø.

Tað er kortini ikki ein avgerð Auto ella Hýruvognsfelagið tekur, men avvarandi myndugleikin. Kappingarráðið skal eisini upp í leikin í hesum føri.

Umleið 40 fólk starvast hjá Auto, harímillum fýra støðdámur. Bert ein kvinna koyrir hýruvogn fyri Auto. Støðdámurnar samskipa øllum arbeiðnum hjá teimum upp í móti 40 hýruvognsførarunum. Teir kunnu allir møta til arbeiðis ein mánamorgun, og taka tað, sum er av arbeiði. Náttarvaktirnar skulu teir skiftast um.

- Og skulkar ein frá síni náttarvakt, verður ein revsaður í tríggjar dagar, við at hann verður tikin úr røðini. Ella settur út í vindeygað, sum vit eisini kalla tað, sigur Magnus Fuglø.

Skiftandi tíðirnar hava broytt arbeiðið hjá hýruvognsførarum. Síðan undirsjóvartunnilin kom, liggur betri fyri at koyra ferðafólk vestur á flogvøllin. Men tað er synd at siga, at førarnir fáa nógvan vinning fyri ein slíkan túr.

- Ein túrur vestur á flogvøllin kostar 180 krónur per høvd, og tá skal førarin eisini gjalda bummgjald fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki gevur nakran vinning. Men so hava vit gjørt tað soleiðis, at hevur tú tikið ein slíkan túr, fært tú fyrsta rætt til ein slíkan túr við trimum ferðafólkum.

Júst flogvøllurin kann gera hýruvognsførarnar í øðini.

- Tað tykist sum okkara flogvøllur er tann einasti í verðini, ið ynskir okkum har piparið grør. Vit sleppa ikki fram at fyri bussum, ið hava fyrsta rætt til plássini uttan fyri inngongdina. Stilla vit okkum har, verða vit biðin um at flyta okkum.

Magnus Fuglø sigur, at hann fleiri ferðir upplivir, at útlendsk ferðafólk ikki vilja lata sær lynda at koyra við bussi. Tey vilja nógv heldur taka ein hýruvogn, og verða koyrd til dyrnar. Tað ber til hjá hýruvognsførarum at gera avtalur um prís tá teir skulu koyra langt, men tað ber ikki til at fara upp um hámarksgjaldið, sum er ásett.

 

Óskrivað lóg at tiga

Sum hýruvognsførari má ein finna seg í eitt sindur av hvørjum. Tað munnu vera øll sløg av menniskjum, ið seta seg í bilin í hjá einum hýruvognsførara. Men hvat verður tosað um í einum hýruvogni, verður ikki tikið upp aftur. Tað er ein óskrivað lóg, leggur Magnus Fuglø dent á.

- Vit hýruvognsførarar mugu ofta sanna, at kundin hevur altíð rætt. Kemur ein fullur persónur í bilin og er ómøguligur, er ikki nógv annað at gera enn at geva honum rætt í tí, hann sigur. Jú, ein hoyrir eitt sindur av hvørjum, men ein gloymir eisini rættiliga skjótt, sigur hann.

Ein annar týdningarmikil eginleiki hjá einum hýruvognsførara er at hava tol. Fyrr var vanligt at hýruvognar floytaðu í túninum, men tað gera hýruvognsførarar ikki longur. Slettis ikki á náttartíð.

- Ein hýruvognsførari skal vera rættiliga tolin. Tað fer ofta nógv tíð við at bíða. Tá vit verða bidnir um at avheinta fólk onkunstaðni, og tey ikki koma út eftir seks minuttir, siga vit støðini frá, sum so ringir kundan upp aftur og sigur, at vit standa í túninum. Tað er ikki meiningin, men soleiðis er tað vorðið.

Magus Fuglø legði út við at siga, at ein ikki gerst ríkur av at koyra hýruvogn. Hesi 30 árini sum hýruvognsførari hevur hann verið til arbeiðis á hvørjari tí einastu ólavsøku.

- Fyri at tað skal loysa seg, skal ein kunna koyra hvønn dag á árinum. Tað eru fleiri, ið koyra hjá okkum, sum hava okkurt arbeiði afturat.

Sum hýruvognsførari hevur ein sostatt onga skipaða feriu, og ein veit ikki hvat ein hevur av arbeiði og harvið inntøku í komandi vikurnar.

- Men fyri meg er tað heimsins besta arbeiðspláss. Her eri eg mín egni harri, og mín egni arbeiðsgevari. Eg hitti nógv fólk í mínum arbeiði, og havi fastar uppgávur, so sum at gera ørindi fyri tey gomlu á Lágargarði. Eg havi ongantíð angrað, at eg gjørdist landkrabbi, slær Magnus Fuglø fast.